Stórsigur við Løkin: NSÍ-FC Suðuroy 5-1

Dystarfrásøgn við Valdimar Olsen

Veðrið var gott, támut og eitt lítið sindur av sirmi var við Løkin ídag. Heilt lítið av áskoðarum vóru til dagsins dyst.

NSÍ byrjaði við hesari upptilling: Kristian(málverji), Monrad, Pól J, Helgi L og Monrad mannaðu verjuna. Jann M, Magnus, Andras F og Árni mannaðu miðjuna og frammi vóru Andrias á L og Klæmint.

NSÍ skuldi heilt avgjørt ogna sær 3 stig á heimavølli ídag, og tað gjørdu teir eisini. NSÍ byrjaði klárt betur og longu í 5 min er mál. Jann M fær bóltin heilt frammi í høgru síðu, leggur bóltin flatt afturfrá, Magnus skjýtur, men Kuzma bjargar sera væl, heldigvís fellur bólturin beint fyri føturnar hjá Árna sum bert skal seta fótin á kúluna og so var 1-0. Longu her væntaðu tey flestu at hetta fór at geva 3 stig, men so nemt bleiv ikki.

NSÍ skapti fleiri tjansir eftir hetta. Í 10min kemur Andras F til skot, men beint á Kuzma. Í 15 min fær Klæmint góðan sendara úr vinstru, setir pannuna á, men Kuzma fær hegnisliga beint bóltin út til horna.

NSÍ var klárt við yvirlutan fyrsta hálva tíman, men beint sum dysturin fer um tann hálva tíman, fær FC S javna til 1-1. FC S sendir bóltin út í teirra høgru síðu, Monrad fær akkurát ikki bóltin, FcS leikari fær sent bóltin innfyri, og við handaru stong kemur David Asare flúgvandi og skallar til 1-1. Ikki heilt uppiborið, men her svav NSÍ í tímanum og var hetta samstundis ein ávaring til NSÍ um ikki at takað hesa uppgávuna for lætt.

Eftir hetta eru NSÍ leikarnir nakað skelkaðir, og FcS eru væl við í dystinum. Til endans av fyrra hálvleiki vísir Árni veruliga hvat hann dugir til, snýtir ein FcS leikara í okkara vinstru síðu, leggur innfyri har Magnus kemur til skot, men beint framvið. Stutt eftir hetta trýsta vit øgiligt, men onki mál kemur.

1-1 var sostatt hálvleikstøðan.

NSÍ kemur út í seinra hálvleik sum eitt ódnarveður. Beinavegin verður lagt stórt trýst á FcS og í 52 min skallar Klæmint á stongina og stutt aftaná fer skot, eisini frá Klæminti, beint framvið. Eftir áhaldandi trýst gevur tað eisini mál longu í 56 min. Árni fær bóltin inni í brotsteiginum í vinstru, setir bóltin trygt í málið til 2-1.

NSÍ steðgar slett ikki eftir hetta, men syrgdi fyri at halda høgt trýst á FcS eftir hetta málið. Longu í 63 min verður 3-1. Jann M fær bóltin í høgru síðu, sneiðir FcS leikara sera væl, og hamrar bóltin framvið Kuzma í málinum. Nú sá alt nógv betur út aftur.

Í 70 min vinnur Klæmint sær fríspark beint uttanfyri brotsteigin hjá FcS, Árni skjýtur, men beint uppum.

Beint eftir hetta roynir FcS í teirra høgru síðu, skjóta á mál, men Kristian bjargar.

Í 80 min setir Kristian skjótt bóltin í spæl, vit seta fer á og endin er at vit eru 5 ímóti 3, men vit eru ikki nóg neyvir. Min seinri kempar Andrias á L væl, bólturin endar hjá Magnus sum plasserar bóltin í málið til 4-1.

NSÍ kontrollerar dystin allan seinra hálvleik og í 92 min skorar Jann M til endaliga úrsliti til 5-1, eftir at hann hevði leita sær í okkara vinstru síðu.

Alt í alt ein fullkomuliga uppiborin sigur og samstundis hevur NSÍ lagt seg ávikavíst 4 og 5 stig niður til 8 og 9 pláss.

Gott kempa dreingir.

Dómari ídag var Petur Reinert.

Líknandi tíðindi