Stórsigur við Løkin: NSÍ-07 Vestur 9-0

NSÍ hevur í dag vunnið 9-0 á 07 Vestur í Vodafonekappingini. Okkara mál skutu: Klæmint (3), Christian Høgni (2), Einar, Jann Martin, Jens og Magnus.

Frásøgn við Marner Pattinson:

Teir fáu áskoðarirnir, sum høvdu leitað sær til dystin við Løkin í dag, fingu eina fótbóltsuppliving av teimum heilt stóru. Líkindini at spæla fótbólt vóru góð – mestsum stilli og turt.

Eftir tapið í steypakappingini ímóti EB/Streymi mikukvøldið var týdningarmikið hjá okkara leikarum at reisa seg aftur í dystinum í dag. Vit liggja framvegis væl fyri í Vodafone kappingini, og ein sigur á heimavølli ímóti 07 Vestur var at meta sum eitt krav.

Og tað var vorðið sum uppreisn, ið okkara menn fingu, ein knúsandi 9–0 sigur á vágamonnum, sum ikki var eitt mál ov mikið.

Byrjunaruppstillingin var áleið tann sama sum undanfarnu dystir, einasta broyting var at Mamuka var við frá byrjan í staðin fyri Debes.

NSÍ var spælstýrandi frá byrjan og longu í fjórða minutti kom fyrsta málið. Jónhard vinnur eitt fríspark nakað uttanfyri brotsteigin í høgru síðu. Einar skjýtur frísparkið, men Bárður í 07 Vestur málinum hálvbjargar og boksar bóltin út til ein frían Klæmint, sum skorðar trygt til 1-0.

Løtu seinni spælir Christian Høgni til Heðin, sum smekkar til, men bólturin fer omanfyri málið. Tá ið 11 min. eru leiktir, vinnur Razak bóltin á miðjuni, spælur til Klæmint, sum leggur bóltin til Christian Høgna, sum roynir at lobba bóltin uppum Bárður í 07 Vestur málinum. Beint eftir hetta vinnur Mamuka eitt fríspark uttanfyri brosteigin hjá vágamonnum, og Einar skjýtur væl innfyri, har Jens fær høvdið á, men bólturin fer dygst framvið málinum.

Tá ið 18 minuttir eru leiktir, leggur NSÍ seg á odda 2-0 eftir eitt fantastiska gott álop, sum byrjar við, at Jústinus setur ferð á og sendur eina fantastiska góða avlevering ímillum tveir verjuleikarar hjá 07 Vestur til Christian Høgna, sum sleppur framvið málmanninum og setur bóltin trygt í netið til 2-0.

Í 24 min. er aftur mál, eftir at Jónhard sendur ein langan bólt úr verjuni, sum endar hjá Klæminti, sum gerst púra fríur og skjýtur framvið Bárði Johannesen og í málið til støðuna 3-0.

Vágamenn royndu at koma afturíaftur, men megnaðu ikki at leggja trýst á okkara menn, tó høvdu teir eitt fríspark, sum Arestide setti høvdi á, men skallaði framvið málinum. Tór Ingar hevði eisini eitt innlegg, sum Henning Joensen fangar og skjýtur væl, men Gango bjargar.

Samanumtikið má ein siga, at heimaliðið fullkomuliga domineraði allan fyrra hálvleik, og okkara menn tóktust sera væl upplagdir. Vit lupu á bæði frá síðunum og mitt fyri, og verjan hjá vágamonnum var um ein háls av ágangandi spælinum frá okkara monnum.

Høvdu vágamenn trupulleikar í fyrra hálvleiki, gjørdist støðan ikki betri hjá teimum í seinna hálvleiki. Okkara menn trumlaðu alla mótstøðu niður, og longu í 46. min. rekur Klæmint seg frían í høgru síðu og smekkar til úr spískum til 4-0, eitt sera gott mál frá Klæminti, og samstundis fekk hann sítt hattrik í dag.

Í 49. min. er aftur mál, eftir at Christian Høgni fangar ein bólt, sum verður spældur innum verjuna, og einsamallur vil málverjanum er hann tryggur og smekkar bóltin í málið til støðuna 5-0.

Í 52. min. kemur Jann Martin inn fyri Klæmint, sum hevði leikt ein fantastiskan dyst. Jann Martin fór út í høgru síðu, og Mamuka bleiv fluttur upp í álopið.

53 min. og støðan er 6-0, eftir at Einar sendi eitt fríspark beinleiðis í netið. Magnus Olsen kom inn fyri Jústinus í 58. min.

Tá ið 62 min. eru leiktir, skorðar Jann Martin til 7–0, eftir hann hevur runnið seg frían í høgru síðu og smekkar til eftir jørð. Mamuka fer út, og inn fyri hann kemur Debes.

Okkara menn hildu bara áfram við ágangandi spælinum og vístu onga náði. Og næstu løtuna høvdu bæði Heðin og Debes møguleikan at økja við góðum skotum, men Bárður bjargaði væl í 07 Vestur málinum.

Støðan gjørdist 8-0, tá ið 74 min. vóru leiktir. Nú vildi Magnus sleppa uppí part, eftir at hann kom at standa væl fyri beint uttanfyri brotsteigin, smekkar hann til eftir jørð dygst úti við stongina, soleiðis at Bárður enn einaferð var noyddur at fara inn í málið eftir bóltinum. Annars eitt sera gott mál frá Magnusi, sum var um reppið at fáa enn eitt mál móti dystarenda eftir trunkaspæl í 07 Vestur brotsteiginum.

Seinasta málið í dystinum kom, tá ið 80 min. vóru leiktir, eftir at Jann Martin leggur ein bólt innfyri til Jens, sum skallar bóltin í netið til endaligu støðuna 9-0 til NSÍ.

Samanumtikið eitt fantastiskt liðavrik av okkara monnum í dag. Vit lovaðu ongantíð vágamenn at koma inn í dystin, og dysturin var longu avgjørdur, tá ið farið varð til hálvleiks.

Sigurin hevur við sær, at vit klatra upp á eitt annað pláss við trettan stigum, eitt stig aftanfyri B36. Næsti dystur verður hóskvøldið ímótið ÍF við Løkin. Vónandi vera fleiri áðskoðarar til tann dystin at stuðla okkara monnum.

Koyr á NSÍ – Saman standa vit sterk!

NSÍ-07 Vestur 9-0 (3-0)
1-0 04. min Klæmint Andrasson Olsen
2-0 18. min. Christian Høgni Jacobsen
3-0 24. min. Klæmint Andrasson Olsen
4-0 46. min. Klæmint Andrasson Olsen
5-0 49. min. Christian Høgni Jacobsen
6-0 53. min Einar T. Hansen
7-0 62. min. Jann Martin Mortensen
8-0 74. min. Magnus Olsen
9-0 80. min Jens Joensen

NSÍ: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Mamuka (Debes), Justinus(Magnus), Razak Heðin, Christian Høgni, Klæmint( Jann Martin).

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Sølvi R. Hansen tók.
[nggallery id=140]

Líknandi tíðindi