Felagið

Starvsnevndin hjá NSÍ skipað av nýggjum

Vegna broyttar arbeiðsumstøður boðaði Sonni L. Petersen nú leygardagin hinum í nevndini frá, at hann ynskti at leggja frá sær sum formaður. Sonni heldur tó fram í nevndini.

Á fundi leygardagin skipaði starvsnevndin seg so av nýggjum. Kinna Fritsdóttir, ið frammanundan var næstforkvinna, yvirtekur sum natúrligt er formanssessin. Hon er sostatt aftur forkvinna í starvsnevndini hjá NSÍ. Oddfríður Gaardbo er nýggjur næstformaður.

Starvsnevndin er sostatt soleiðis skipað nú:

Kinna Fritsdóttir, forkvinna

Oddfríður Gaardbo, næstformaður

Bjartur Nolsøe, nevndarlimur

Eyðstein Skipanes, nevndarlimur & ítróttarstjóri

Sonni L. Petersen, skrivari

Líknandi tíðindi