Betri-liðini

Spennandi javnleikur: ÍF-NSÍ 1-1

NSÍ og ÍF hava leikt javnleik í Fuglafirði í dag. Christian Høgni skoraði okkara mál tíðliga í seinna hálvleiki.

Dystarfrásøgn við Marnar Pattinson:

Eftir dystin í dag máttu vit ásanna, at vit ikki hava vunnið síðani vit vóru og vitjaðu 07 Vestur í Sørvági tann 19 juni.

Úrsliti av dystinum í Fløtugerði í dag gjørdist javnleikur 1-1. Sæð yvir allan dystin kunnu vit helst verða betri nøgd enn fuglfirðingar, sum í fyrra hálvleiki vóru klárt betra liðið.

Teir fyrstu ellivu sum mannaðu liðið í dag vóru: Andras Gango, Einar T. Hansen, Helgi L. Petersen, Petur Pauli Mikkelsen, Jónhard Frederiksberg, Jann Martin Mortensen, Jústinus Hansen, Heðin á Lakjuni, Mamuka, Christian Høgni Jacobsen, Klæmint A. Olsen.

Tað fyrstu løtuna gekk tað toluliga javnt á, tó at fuglfirðingar tóktust heldur grammari. Okkara menn tóktust meiri varnir og lógu longri afturi á vøllinum.

Í sætta minutti var ÍF nær við at leggja seg á odda, eftir at Dánjal á Lakjuni vann bóltin frá Einari, men skotið frá honum fór tíbetur beint framvið málinum hjá Gango. Hetta var fyrsti dystur hjá Einari eftir at hava sitið uttanfyri vegna eina skurðviðgerð í fótinum.

Heimaliðið var klárt betra liðið í fyrra hálvleiki, teir spældu skjótt eftir jørð og funnu væl hvønnannan. Teir høvdu fleiri góðar málmøguleikar, bæði við gjøgnumspældum álopum og deyðbóltum. Men Gango var eisini vælupplagdur í dag, eins og okkara verja var tað við veteraninum Helga á odda.

Okkara menn høvdu satt at siga bert ein málmøguleika í fyrra hálvleiki og kom hann ikki fyrr enn 45 minuttir vóru leiktir. Jústinus leggur eina perfekta avlevering fram til Christian Høgna, sum síðani spælir til Heðin sum hevur kós beint á málið, men heldur enn at skjóta sjálvur spælir hann bóltin tvørtur um til Klæmint sum skjýtur, men Jákup bjargar í ÍF málinum.

Tá í seinni hálvleikur byrjaði valdi venjari at taka Jann Martin út og á vøllin kom Fritleif. Heðin sum hevði spælt mitt á miðjuni bleiv nú fluttur á vinstra vong og Fritleif spældi so mitt fyri. Hettar vísti seg at rigga væl og okkara álopspæl tóktist meiri vandamikið nú.

Í 47 min. hava okkara menn hornaspark sum verður tikið stutt til Christian Høgna, hann spælir bóltin útfrá til Einar, sum leggur ein góðan bólt innfyri har Klæmint er hægstur og skallar, men tíverri beint framvið málinum.

Lítla løtu seinni er NSÍ aftur í álopi sum endar við einum góðum innleggi frá Mamuka, men hesaferð gerst Klæmint akkurát ov stuttur við høvdinum.

Tá ið 55 min. eru leiktir eydnast tað okkara monnum at leggja seg á odda. Christian Høgni fær bóltin nakað uttanfyri brotsteigin í høgru síðu, dregur inn móti miðjuni og smekkar til við vinstra beini. Bólturin fór ímillum vinir og fíggjindar og dygst framvið stongini í mál, og sjálvandi var stór frøðið bæði á leikarum og áskoðarum.

60 min. Mamuka út og inn kemur Árni Frederiksberg.

Í 65 minutti er Christian Høgni um at leggja okkum á odda 2 – 0 eftir at hann enn einaferð fangar bóltin beint uttanfyri brotsteigin og skjýtur, men hesaferð fer bólturin beint framvið málinum hjá Jákupi Mikkelsen.

Í 75 min. er NSÍ í skjótálopið Christian Høgni setur fulla ferð á í vinstru síðu og spælir bóltin tvørturum til Árna sum er komin fram við, hann smekkar til, men Jákup bjargar. Hettar var eitt sera gott álop og eitt gott skot frá Árna sum er ein av okkara ungu og evnaríku leikarum.

Løtu seinni hava okkara menn trý skot á mál í sama álopið, men inn vildi bólturin ikki.

Tá ið 80 min. vóru leiktir fekk ÍF brotspark eftir eitt hornaspark. Hettar setti Bartal trygt í netið til støðuna 1-1. Hettar var sera óheppi , tí upprunin til hornasparkið var eitt innkast, sum okkara menn áttu, men sum dómarin Petur Reinert metti at fuglfirðingar áttu.

Seinastu løtuna av dystinum vóru møguleikar báðar vegir, bæði liðini lupu á, men mál kom einki avtrat soleiðis at endaliga støðan gjørdist javnleikur 1-1.

Vit mugu bara staðfesta at vit í løtuni hava sera trupult við at skjóta mál og vinna dystir. Seinastu fýra dystirnar hava vit einans skotið tvey mál og er hettar ikki nóg mikið tá ið vit eisini lata mál inn í hinum endanum. Hinvegin liggja vit á einum tryggum fjórða plássi sum í løtuni gevur evropeiska luttøku.

Næsti dystur er á heimavølli ímóti KÍ mikukvøldi 17 aug, og tann dysturin má og skal vinnast.

Koyri á dreingir!!

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=178]

Líknandi tíðindi