Søtur sigur við Løkin: NSÍ-TB 2-0

Skrivað hevur Valdimar Olsen

Fyrsti heimadysturin í Effo deildini í ár bleiv leiktur, við Løkin kl 15:00 ídag, ímóti uppflytarunum TB av Tvøroyri.

Sera kalt var í veðrinum og eitt lítið lot lá suðureftir vøllinum. Ikki vóru nógvir áskoðarar til dagsins dyst.

Byrjunar uppstillingin sá soleiðis út: (Málverji) Kristian, (Verja) Monrad, Jens, Helgi, Sjúrður, (Miðja) Jann M, Andras, Debes, Árni, (Álop) Magnus, Klæmint.

Við dystarbyrjan sást týðuliga at TBarnir vóru sera uppsettir til dagsins dyst. Teir vóru sera ágrýtnir og løgdu nógv fyri beinanvegin.

Tá 5 min vóru spældir, missir Jens bóltin um miðjan vøll og Tvørámenn gera skjótt av. TB´ari kemur at standa heilt fríur og skjýtur, men bólturin tekur uttaliga á stongina og meira spurdist ikki burturúr hesum stóra málmøguleika.

Næstu løtuna roynir TB seg við nøkrum longum bóltum, tó uttan at gerast vandamiklir.

Í 19 min kemur Klæmint til skot eftir gott uppspæl í vinstru síðu, men einki mál spurdist burturúr.

Løtu seinri missir Jens aftur ein bólt og møguleikin til TB er líka við at gerast heilt vandamikil.

Í 22 min hevur NSÍ fríspark. TB  kontrar eftir frísparkið og skotið fer beint fram við handaru stong.

Eftir 33 min fær NSÍ mál. Monrad vinnur bóltin aftarliga á vøllinum, spælir til Andras sum spælir skjótt út í vinstru síðu til Árna. Àrni stingur bóltin innum til Magnus, sum sera trygt setir bóltin í mál til 1 – 0.

Okkara sterki Jens, virkaði til at hava fingið skeiva beinið úr songini ídag, og var fleiri ferðir heldur seinur í taklingar og í 34 min verður hann skiftur út við Pál. Møguliga var Jens um at fáa reytt kort, so skilagott mundi vera at skifta hann út.

Eftir 39 min fær TB eitt gott skot ímóti málinum hjá okkum úr høgru síðu, men við síðuna av.

Seint í hálvleikinum hevur TB enn ein góðan møguleika, men heldur ikki hesaferð fingu teir mál.

Hálvleikstøðan var sostatt 1 – 0 til NSÍ.

Seinri hálvleikur byrjar sera væl hjá NSÍ, og longu í 1 minutti hildu áskoðarnir hjá NSÍ at Magnus fekk brotsspark, men dómarin valdi at geva Magnus gult kort fyri film.

Løtu seinri er aftur mál við Løkin. Klæmint far ein góðan bólt frá Magnnus spældan innum verjuna hjá TB og sera hegnisliga setir Klæmint bóltin í málið til 2 – 0. Nú sá gott út hjá NSÍ.

NSÍ sýndist at vera komið sera væl inní seinra hálvleik. Spælt var við stórum tolni og tryggleika.

Í 54 min kemur Ari inn fyri Árna.

Tá 65 min eru spældir kontrar NSÍ, men endin er at TB mótkontrar og eru líka við at skora.

Dysturin bylgjar aftur og fram eftir hetta. TB roynir at trýsta, tó uttan at gerast heilt vandamiklir frammanfyri okkara máli.

Óli Arge kemur inn fyri Magnus eftir 76 min spæl.

Í 83 min kemur TB til vandamikla støðu, men skotið fer uppum.

Beint áðrenn dystarlok fær TB ein tilvildarligan møguleika, men skoti fer enn einaferð beint uppum.

Dysturin endar sostatt við einum góðum 2 – 0 sigri til okkum, og alt í alt má sigast at hetta var uppiborið. Tó skal onki takast frá TB, teir høvdu mál uppiborið í fyrra hálvleiki, men tíbetur fyri okkum so vóru teir ikki neyvir í dag.

Næsta uppgáva er ímóti hinum suðuroyarliðnum, FC Suðuroy skírishósdag. Verða okkara menn líka væl skipaðir og skarpir tá málmøguleikarnir bjóða seg, so burdu vit eisini fingi 3 stig tá.

 

Hagtøl:

33 min, 1-0, Magnus

48 min, 2-0, Klæmint.

 

Dómari: Petur Reinert.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.

[nggallery id=195]


Líknandi tíðindi