Søtur arbeiðssigur – NSÍ-ÍF 3-2

Ikki var tað gamalt at ein Runavíksbúgvi ferð niðan á Svangaskarð til ein heimadyst í bestu deildini hjá monnum.

Men hendan sunnudagin varð tað so veruleiki, og má sigast at tað ikki er so galið har uppi á skarðinum, serstakliga góður vøllur, og karmarnir til tey hyggjandi eru heldur ikki nakað at kimsa at.

Og tøkk til B68 at tit vilja hýsa okkum á tykkara heimabana, meðan okkara er í gerð. Og vónandi verður okkara vøllur klárur skjótast gjørligt.

Fólk vóru ikki meira enn komin inn á økið á Toftum, so hoyrdust tey fyrstu brølini, og var tað frá NSÌ viðhaldsfólkunum. Hálvur annar minuttur skuldi ganga til at NSÍ fekk tað fyrsta málið, og var tað nýggi maðurin Andrias Vágsheyg, ið fekk sett bóltin inn í ÌF málið.

10 min. Spælið gongur aftur og fram, men tó hevur ÌF meira spæl og roynur at trýsta NSÌ. Hettar hevur við sær, at NSÌ fær nógvar kontramøguleikar, sum tó ikki føra til nakað.

20 min. ÌF hevur meira og meira spæl hesa løtuna, og koma teir til nakrar vandamiklar kjansir. Clayton hevur eitt skot, ið rakar yvirleggjarin, og við eitt sindur meir hepni kundi hann havt javnað fyri ÌF.

30 min. NSÌ er nú komið eitt sindur meira inn í dystin, og spæla teir heilt gott til tíðir. Jónhard fangar bóltin aftur í egna felti, rekur langt uppeftir vøllinum og spælir bóltin til Jann Martin, sum við einum fínum innleggi rakar Klæmint, sum burdi fingið bóltin í kassan, men inn vildi bólturin ikki.

36 min. Dystargongdin er eitt sindur skiftandi, nú hevur ÌF aftur fingið yvirtakið eina løtu, og hava teir kempa seg til eitt horna. Bólturin kemur væl inn fyri og er Øssur Dalbú hægstur og høvdar hann bóltin sikkurt í kassan, og so er støðan 1-1.

Her frá og til hálvleik hava bæði liðini smáar kjansir, sum tó ikki føra nakað við sær.

Seinra hálvleik hevur NSÍ undanvind, og hevur tað við sær, at okkara menn senda nakrar langar bóltar niðan á ÌF hálvuna, og er tað eina løtu sum um NSÍ vil hava eitt mál aftur.

ÌF svarar tó væl aftur við at pressa, og taka teir yvir spælið og kunna teir leggja seg á odda tá 53 min eru farnir, við málið sum Bogi R. Petersen skorar.

56 min. Okkara menn royna hvat teir eru mentir fyri at spæla bólt, men ÌF pressar væl og vinna teir næstan allar NR.2 bóltar og gera tað ringt fyri NSÌ at fáa samanhangandi spæl.

Spælið verður eitt sindur hart til tíðir, og eru nøkur gul kort á lofti til bæði liðini.

64 min. Knappliga hendur okkurt við okkara monnum, tað er sum teir fáa eitt input av onkrum slag, og byrja allir at kempa nógv betur sum eitt lið.

77 min. Fyrsta útskiftingin hjá NSÌ, og inn kemur ungi Toftamaðurin Haraldur Højgaard. Hendan innskiftingin skuldi vísa seg at verða sera góð fyri NSÌ, tí eftir fáum minuttum setur hann fótin á bóltin og javnar til 2-2. Og eru tá gingnir 84 minuttir.

88 min. Tað ið er eftir av dystinum, er tað heilt klárt NSÌ ið hevur yvirtakið av dystinum.

Tíðin dómarin hevur lagt afturat tí vanligu leiktíðini er 6 minuttir, og er tað síðst í yvirtíðini at Klæmint fær kempa seg fram til eitt brotspark. Hetta verður Einar settur at skjóta, og setur hann bóltin sikkurt inn í málið, til endaligu støðuna 3-2 til NSÌ.

Teir ið mannaðu NSÌ liðið.

Christian Joensen, Andras B Vágsheyg, Per Langaard, Einar Tróndargjógv, Jónhard Fredriksberg, Karl Løkin, Magnus Olsen, Sjúrður Jacobsen, Andy Olsen, Jann Martin Mortensen og Klæmint Olsen.
Innskifting: Harald Højgaard.

Dystarfrásøgn: Harry knudsen.

[nggallery id=234]

Líknandi tíðindi