SKUFFANDI TAP: NSÍ-VÍKINGUR 0-2


Veðurlíkindi í dag við Løkin, vóru rímuliga góð. Eitt fitt lot var longs eftir vøllinum og nakað av regni. NSÌ byrjaði við eini øðrvísi uppstilling enn í dystunum frammanundan. Ì miðverjuni vóru Johan og Jens. Á bakkunum vóru Einar og Jonhard. Miðjuna mannaðu Jústines og Òlavur við Klæmint og Jann Martin á kantunum. Heðin var fluttur fram sum hangandi áleypari meðan Christian Høgni var fremsti maður.

Ì fyrra hálvleiki spældi NSÌ undan lotinum. Tað var eisini NSÌ sum byrjaði betur. Longu í 7 min, fekk NSÌ ein stóran kjans. Jann Martin driblaði seg púra frían í Víkinga brotssteiginum, men í avgerandi løtuni skjeyt hann framvið Geza, men tíverri eisini við síðuna av málinum.

Taktikkurin hjá NSÌ, var at trýsta høgt uppi á Vikinga hálvuni og sýndist hetta vera skilagott. Ì 17 min hevur Heðin ein góðan høvdara sum Geza meistarliga boksaði uppum málið.

Sum tíðin leið í fyrra hálvleiki javnaði spælið seg og gekk fyri tað mesta á miðjuni. Víkingur hevði okkurt skot á málið men uttan at tað nakrantíð var vandamikið. Vindurin vaks nakað um miðjan hálvleikin og hetta dugdu NSÌ arnir ikki at brúka til sín fyrimun. Alt ov ofta vóru bóltarnir sendur úr verjuni fram til áleyparnar, uttan at miðjan varð tikin við. Hetta gjørdi tað lætt hjá stóru Víkinga miðverjunum at rudda upp.

ì 32 min høvdar Jústines hart móti Víkinga málinum, men beint við síðuna av málinum. Beint móti leikgongdini so legði Víkingur seg á odda í 36 min. Hanus Jacobsen sendi ein høgan bólt úr vinstru síðu inn í NSÌ brotsteigan og har sníkti minsti maður á vøllinum, Bárður Hansen millum stóru miðverjarnir hjá NSÌ og høvdaði í netið uttan at Gango hevði møguleika at bjargað.

Hálvleikstøðan var 1-0 til Víking.

NSÌ skifti út í hálvleikunum. Potemkin kom inn í álopið fyri Jústines. Heðin var fluttur út á vinstra kant meðan Jann Martin varð fluttur sentralt á miðjuna. Jann Martin spældi ein sera góðan dyst í dag. NSÌ royndi at trýsta fyri at fáa eitt útjavnandi mál. Hetta hepnaðist ikki serliga væl, tí fá vandamikil álop vóru at síggja. Víkingur royndi at geva sær góða tíð og skapti heldur ikki nøkur vandamikil álop, sjálvt um teir leiktu undan vindinum í seinna hálvleiki.

NSÌ royndi at seta meira megi frameftir vøllinum við at seta Debes inn á vøllin í 78 min í staðin fyri Òlav á defensiva miðvøllinum. Tá 88 min leggur Víkingur seg á odda 2-0. Hetta hendi tá Hjartvard Hansen fekk ein fríleypara í høgri síðu. Inni í brotsteiginum tók Einar beinini undan Hjartvard og dómarin Lars Múller ivaðist ikki í at døma brotsspark.

Sam Jacobsen var settur at skjóta og setti bóltin ósvikaliga trygt vinstrumegin Gango til endaligu støðuna 2-0 til Víking.

Samanumtikið var talan um ein ikki serliga vælleiktan dyst við Løkin í dag. Jann Ingi var ikki við í dag vegna skaða og stórur saknur var í honum á NSÌ miðvøllinum.

Nú tríggjir dystir eru leiktir hevur NSÌ bert fingið eitt stig og tað má sigast ikki at vera nøktandi. Næsti dystur hjá NSÌ er torførur útidystur í Gundadali móti HB.

NSÍ-Víkingur 0-2 (0-1)
Dómari: Lars Múller
0-1: Bárður Hansen 34.
0-2: Sam Jacobsen br 88.

Liðið: Andras, Einar, Jens, Jóhan, Jónhard, Jann Martin, Jústinus (Karoly), Ólavur (Debes), Klæmint, Heðin, Chr. Høgni

[nggallery id=5]

Líknandi tíðindi