Sjavsur verður sunnudagar kl 16

Í tveimum førum hevur verið skipað fyri sjavsi í NSÍ hølinum, eftir at tátturin varð tikin upp aftur. Bæði kvøldini eydnaðust væl, har tað serliga seinna kvøldið vóru nógv pør.

Fyrireikarnir hava eftirmett støðuna, og hava valt framyvir at leggja sjavsin sunnudagar kl. 16. Hetta er serliga orsaka av, at felagið hevur nógv virksemi leygardagar, sum krevur, at NSÍ hølið er tøkt.

Næsti sjavsur verður tí sunnudagin 29. januar kl. 16.

Vónandi taka fólk framvegis væl undir við tiltakinum, til frama fyri hugna og trivnaði í og kring felagið.

Líknandi tíðindi