|

Símun Rógvi Hansen longt sáttmálan við NSÌ!

NSÌ og Símun Rógvi Hansen hava longt sáttmálan 🙂 Vit fegnast øll um at Símun Rógvi forsetur í NSÌ. Símun Rógvi er ein fantastiskur málmaður, og hevur hann verið við til at styrkt um verjuspæli hjá NSÌ.

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar komunu, skrivaði soleiðis á facebook eftir steypafinaluna: “Fáið undirskriftina frá hasum manninum í ein vissan fart”. Hettar vísur hvønn týdning Símun Rógvi hevur fyri felagið, og okkum øll sum eru NSÌ viðhaldsfólk. Nú kann borgarstjórin, og øll NSÌ viðhaldsfólk fegnast og gleðast um at Símun Rógvi framvegis er NSÌ leikari.

Vit ynskja Símun Rógva Hansen tillukku við sáttmálanum, og allar bestu eydnu framyvir í NSÌ.

 

Líknandi tíðindi