Betri-liðini

Sigur við Løkin: NSÍ-HB 2-1

NSÍ vann dystin móti HB í Landskappingini við Løkin í dag 2-1. Málini hjá okkum skutu Klæmint og Debes.

Fitt av fólki var komið til dystin við Løkin í dag. Og líkindini at spæla vóru góð.

Hjá okkum byrjaðu hesir inni: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Mamuka, Justinus, Razak, Heðin, Chr. Høgni og Klæmint. Kristian, Debes, Jann Martin, Nanmi og Magnus mannaðu beinkin.

NSÍ legði meira bragdliga fyri, men longu í 4. minutti setti Símun Samuelsen ferð á í vinstru síðu. Jógvan Skeel Nolsøe fylgdi við fram, setti innarusíðuna á bóltin, og støðan var 0-1.

NSÍ helt á fram at trýsta, meðan HB lá nokkso aftaliga á vøllinum og lúrdi uppá kontramøguleikar.

Klæmint høvdaði við síðuna av eftir innlegg frá Einar úr vinstru síðu í 9. minutti. Og Jónhard sendi eitt skot dygst fram við høgru stong í 11. minutti. Og eftir gott samanspæl millum Christian Høgna og Mamuka, hevði Mamuka tveir møguleikar, har tann fyrri fór út til horna, og tann seinni fór upp um.

Trýstið hjá NSÍ gav úrslit í 28. minutti. Christian Høgni manereraði hegnisliga í vinstru síðu og sendi bóltin inn fyri til Klæmint, ið skoraði trygt. 1-1.

Mamuka hevði eitt skot í 43. minutti, og Christian Høgni, sum tóktist vælupplagdur, skjeyt útifrá í 44. minutti. Klæmint átti seinastu skotroyndina í 44. minutti. Hálvleiksstøðan var 1-1.

NSÍ legði bragdliga fyri í seinna hálvleiki. Klæmint hevði ein stóran kjans í 47. minutti eftir gott samanspæl við Justinus í høgru síðu. Og í 51. minutti setti Christian Høgni ferð á og fekk eitt skot inn, ið bleiv blokerað, og síðan sendi Justinus bóltin upp um.

Debes kom á vøllin fyri Christian Høgna í 53. minutti. Debes fór út í høgru síðu, meðan Mamuka flutti niðan i álopið.

Liðini bæði stríddust um at fáa yvirtakið á miðvøllinum, og málmøguleikarnir vóru fáir.

Heðin hevði eina skotroynd í 56. minutti. Og Jens sendi eitt langskot upp um í 72. minutti.

Jann Martin avloysti Mamuka í 71. mintutti.

NSÍ tóktist at vera nærri avgerandi málinum. Justinus royndi seg við einum langskoti í 79. minutti. Skotið endaði á hondini hjá einum HB-ara, men frísparkið hjá Einar fór upp um.

NSÍ fekk nú fleiri hornaspørk. Jann Martin og Debes royndu seg við skotum í 81. og 82. minutti. Og eftir horna úr høgru síðu í 82. minutti skoraði Debes beint frammanfyri málið, eftir at Einar hevði sent bóltin móti málinum. 2-1!

NSÍ hevði eitt gott kontraálop í 86. minutti, men minuttin seinni fekk Klæmint beinleiðis reytt kort fyri at hava taklað Rógva Poulsen aftanífrá mitt á vøllinum.

HB royndi at trýsta seinastu løtuna og fekk eitt vandamikið fríspark í 89. minutti, sum fór uppum. Seinastu løtuna royndi NSÍ bara at beina bóltin burtur sum frægast.

Samanumtikið hevði NSÍ meiri spæl í dystinum. Men tað var trupult at koma fram til teir heilt stóru kjansirnar móti einum HB liði, sum í stóran mun dúvaði uppá kontraálop.

Sum byrjan uppá landskappingina kundu vit ikki ynskt okkum eitt betri úrslit enn ein sigur móti HB heima við Løkin.

Næsti dystur er longu fríggjakvøldið, tá vit vitja Víking í Gøtu.

NSÍ-HB 2-1
4 min. 0-1 Jógvan Skeel Nolsøe
28 min. 1-1 Klæmint A. Olsen
83 min. 2-1 Debes Danielsen
87 min. Klæmint A. Olsen reytt kort

NSÍ: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Mamuka (71. Jann Martin), Justinus, Razak, Heðin, Chr. Høgni (53. Debes) og Klæmint. Á beinkinum uttan at koma inn: Kristian, Nanmi og Magnus.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.

[nggallery id=120]

Líknandi tíðindi