Seinastu venjingardystirnir hjá ungdómslandsliðunum

Teir seinastu venjingardystirnir hjá ungdómslandsliðunum í Newcastle vóru leiktir ígjár og fyrrapartin í dag.

U-19 leiktu í gjár á útivølli ímóti Middelsborough. Ùrslitið gjørdist javnleikur 2-2, eftir at Føroyar høvdu verið á odda 2-1 langt út í seinna hálvleik. Abraham Løkin og Meinhard venjarar vóru nøgdir við føroyska avrikið og við eitt sindur av hepni kundu Føroyar gott vunnið dystin. Málskjúttar hjá Føroyum vóru Bogi R. Petersen og Rene S. Joensen.

U-17 leikti eisini í gjár móti U-17 liðnum hjáNewcastle. Dysturin endaði 5-1 til Newcaste, eftir at teir høvu verið á odda 5-0 í hálvleikinum. Fyrra hálvleik leiktu teir eldru (17 ára gomlu) hjá Newcastle.  Ì seinna hálvleiktu leiktu teir yngru (yngry enn 17 ár). So Føroyar vunnu seinna hálvleik 1-0. Màlskjútti var Brandur Suðuroy við einum sera góðum máli.

Àki Johansen og Pól F. Joensen vóru ikki nøgdir við fyrra hálvleik  men væl nøgdir við seinna hálvleik.

U-15 dreingirnir, hava leikt fyrrapartin í dag móti U-15 liðnum hjá Newcastle. Ùrslitið av dystinum gjørdist 7-0 til Newcastle eftir at teir høvdu verið á odda 3-0 í hálvleikinum. Ì hesum dystinum var stóru munur á liðunum. Ensku dreingirnir vóru størri, sterkari og skjótari enn føroysku dreingirnir. Sum skilst á føroysku venjarunum vóru ensku dreingirnir allir 15 ár og onkur eisini eldri.

Ì morgin fara U-15 og U-17 dreingirnir til Aberdeen, har teir skulu leika í kappingini Aberdeen Football Festival (AIFF)  komandi vikuna. U-19 dreingirnir fara heim til Føroya mánadagin við Atlantsflog.
[nggallery id=65]

Líknandi tíðindi