Megna ikki at binda fyri: NSÍ – HB 2-4

Skrivað hevur Marnar Pattinson

NSÍ tapti dystin ímóti HB í góðveðrinum í dag 2-4, eftir at hava verið á odda 2-0 í hálvleikinum.
Teir sum byrjaðu inni í dag vóru: Kristian, Sjúrður, Helgi, Jens, Monrad, Árni, Jann Martin,Óli, Ari, Magnus og Klæmint.

Liðini vóru kanska nakað varin at byrjað við, og ikki vóru teir heilt stóru møguleikarnir ta fyrstu løtuna. Tó so, í fimta minutti spæla havnamenn skjótt í vinstru síðu, tá Símun spælir Kristian R. Mouritsen frían, hann skjýtur úr spískum, men bólturin rakar tíbetur stongina og út.

Í 16 min. hevur NSÍ horna, sum endar hjá Helga, sum er staddur nakað uttanfyri brotsteigin, hann smekkar til, men skotið verður tíverri blokerað. Í 18. minutti er Klæmint – sum aftur leikti ein góðan dyst – um at gerast leysur, hann smekkar til, men málmaðurin bjargar.

Tá 21 min. eru leiktir, sleppur Símun Samuelsen framvið fleiri av okkara leikarum og smekkar til, men Kristian bjargar.

Teir næstu tjúgu minuttirnar hendir ikki tað stóra í dystinum, tað mesta gongur fyri seg á miðvøllinum, men HB hevur okkurt kontraálop serliga í vinstru síðu, sum tó sjáldan gerst vandamikið.

Í 41. min. er NSÍ í álopi, Sjúrður leggur ein bólt innfyri til Klæmint, sum skallar framvið málinum. 43 min., gott NSÍ kontra, okkara menn koma í yvirtalsstøðu, men eru ikki nóg neyvir og HBararnir fáa beint bóltin burtur.

Vit fingu lagt eitt ávíst trýst á HB ta seinastu løtuna av fyrra hálvleiki, og í 44. minutti vinna vit eitt fríspark nakað uttanfyri brotsteigin eitt sindur til høgru. Árni verður settur at skjóta, og hann ger ikki mætari enn at smekka bóltin heilt uppí tríkantin til støðuna 1-0. Eitt sera gott mál.

Tá ið 45 minuttir eru leiktir, leggur NSÍ seg á odda 2-0 við máli frá Klæminti Olsen. Eftir hann gjørdist leysur inni í brotsteiginum, skjeyt hann eftir jørð heilt úti við vinstru stong. Eitt sera gott mál frá Klæminti.

Lítla løtu seinni dømir Eiler straffi til gestirnar. Christian R. Mouritsen verður settur at skjóta, men Kristian bjargar meistarliga.

Okkara menn byrjaðu seinna hálvleik væl og høvdu fleiri møguleikar at økja um leiðsluna. Í 52. min. setir Klæmint ferð á sleppur framvið fleiri mótstøðumonnum, komin inn í brotsteigin verður hann feldur, men av einhvørjari orsøk velur Eiler ikki at floyta fyri brotssparkið hesaferð.

Løtu seinni kemur Klæmint aftur í góða skotstøðu eftir gott NSÍ kontra, men ein HBari fær vart fyri skotinum.
Í 64 min. er Klæmint aftur uppá spæl. Eftir eina HB verjuvillu fangar hann bóltin og skjýtur ímillum beinini á málmanninum, sum tó onkursvegna fær fatur á bóltinum allíkavæl.

Tá ið 68 min. eru leiktir, dømir Eiler aftur brotsspark til HB. Vagnur verður settur at skjóta, Kristian bjargar, men linjuverjin vinkar fyri óreglusemi. Næstu ferð skorar Vagnur, men aftur hesaferð var okkurt galið, og Vagnur má skjóta enn einaferð. Men fyri triðju ferð í dystinum bjargar Kristian, soleiðis at støðan framvegis var 2-0 til okkara menn.

Eftir 71 min. fer Magnus Olsen út, og inn kemur Rógvi Højgaard.

Í 72. min. gerst Klæmint aftur leysur, men fær ikki rættuligt skot á bóltin, sum fer út til málspark.

Í 76. min. minkar HB um munin, tá ið Andrew smekkar bóltin í málið, eftir at okkara menn ikki megnaðu at rudda burtur eftir HB fríspark. Hettar gav gestunum rættuliga blóð á tonna, og løgdu teir trýst á okkara menn, sum tóktust nervøsir og als ikki megnaðu at halda uppá bóltin. Tað gekk eisini illa at rudda burtur inni í okkara brotsteigi, hóast venjarin nú hevði valt at spæla við fimm verjuleikarum.

Í 81. min. fer Ari út, og inn kemur Pál.

Tað eydnast HB at javnað, tá ið 86 min. eru leiktir, tá ið okkara menn ikki megna at rudda burtur. Málskjútti var Hallur Hansson.

Tá 88 min. eru leiktir, leggur HB seg á odda 3-2, tá ið Hallur Hansson setir eitt fríspark beinleiðis í málið.

Nú máttu okkara menn aftur leypa á, og megnaðu vit at leggja eitt ávíst trýst á gestirnar. Men tað endaði tíverri við, at Andrew kundi økja til 4-2 fyri gestirnar, sum eisini gjørdist endaliga úrsliti.
Um vit taka samanum, var helst uppiborið at HB vann dystin. Teir brendu tvey brotsspørk og vóru klárt betra
liðið stóran part av seinna hálvleiki. Hinvegin kundu vit havt økt um leiðsluna bæði til trý og fýra null, um eydnan var við okkum, so var dysturin helst eisini avgjørdur.

Næsti dystur er 28. apríl ímóti KÍ í Klaksvík, sum eisini hevur havt eina trupla byrjan. Um vit byggja víðari á tað, sum vit vístu í fyrra hálvleiki og fyrra partin av seinna hálvleiki, skuldi ikki verið ómøguligt at fingið eitt gott úrslit í hesum dysti.

Koyri á dreingir!

NSÍ – HB 2-4 (2-0)
1-0: Árni Frederiksberg
2-0: Klæmint Olsen
1-2: Andrew av Fløtum
2-2: Hallur Hansson
2-3: Hallur Hansson
2-4: Andrew av Fløtum

Líknandi tíðindi