Runavíkar Kommuna vann spennandi steypadyst 4-3

Runavíkar Kommuna og Nes Kommuna leiktu steypadyst á Eystanstevnu í góðveðrinum við Løkin í kvøld. Spælt varð á hálvum vølli við 7 leikarum á hvørjum liði. Áskoðarafjøldin var ikki stór, men tess meiri harðmælt, tá hon dýkti á leikararnar hjá liðunum báðum.

Runavíkar Kommuna legði betri fyri og kom fram til eina 4-1 leiðslu, men Nes Kommuna kom sterkt aftur í seinna hálvleiki og mundi javnað móti dystarenda.

Eftir dystin varð steyp handað Runavíkar Kommunu til ognar. Ætlanin er at endurtaka tiltakið komandi ár.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=152]

Líknandi tíðindi