Betri-liðini

Pól Jóhannus dagsins maður móti HB

Vit eru so spakiliga byrjaði aftur við atkvøðugreiðslu um dagsins mann inni á NSÍ-heimasíðuni.

Eftir frálíka 1-0 sigurin móti HB í seinnu hálvfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, hava 63 fólk atkvøtt um dagsins mann í tí dystinum.

Tit hava valt Pól Jóhannus til dagins mann við 24 % av atkvøðunum. Pól Jóhannus vísti seg at vera allastaðni á vøllinum hendan dagin. Hann átti loftrúmið omanfyri Gundadal og vann nærdystirnar, eisini um einir 3-4 HB-arar komu móti honum.

Málskjúttin, Árni, fekk 21% á øðrum plássi og okkara Usain Bolt, Jonleif, fekk 10%.

Í dag kl. 15 er HB aftur á skránni í Gundadali. Vónandi fara vit mans- og kvinnusterk til Havnar. Vónandi fáa vit sama innsats og sama úrslit sum hóskvøldið.

[poll id=”81″]

Líknandi tíðindi