Pól Jóhannes Justinussen hevur gjørt sáttmála við superligafelagið AaB

Pól Johannus Justinussen hevur gjørt sáttmála við danska superligafelagið AaB.

Pól Johannis hevur sína fótbóltsuppaling í NSÍ og tað er frøast yvir tað ungdómsarbeiði sum felagið hevur gjørt, ber frukt.

Pól Johannes hevur gjørt ein hálvtárs sáttmála við AaB. AaB hevur í vetur mist verjuleikararnar Kjetil Wæhler, Denis Dedovic og Lucho, og í tí sambandi hava teir havt Pól Jóhannus til royndarvenjing og nú váttar felagið á síni heimasíðu, at partarnir hava skrivað undir sáttmála.

Felagið sigur, at hann hevur hugtikið teir í venjingunum og at verður ein styrkur í verjuna á liðnum.
AaB sigur, at Pól Jóhannes sum er á føroyska landsliðnum, kann spæla í miðverjuni á vinstra bakki og á vinstra vongi og hann fær blusuna við nummar 15 á rygginum.

NSÍ ynskir Pól Johannis hjartaliga tillukku við sáttmálanum og góða eydnu í AaB.

Líknandi tíðindi