Tíðindi

PILTAKAPPING Á HÁLVUM VØLLI SUNNUDAGIN KL 18.00

AB, HB, B36, NSÌ, KÌ og EB/S hava skipað eina steypakapping fyri piltar á hálvum vølli. HB og B36 luttaka við tveimum liðum, meðan hini liðini luttaka við einum liði. Kappingin verður spæld í tveimum leikstøðum í senn,har fýra lið eru á hvørjum leikstaði.

Higartil eru tvey umfør leikt, á Argjum, Streymnesi, Havn og Klaksvík. Sunnudagin verður leikt í Havn og í Runavík.

Dystirnir í Runavík byrja sunnudagin kl 18.00 og eru:

HBa-B36a

NSÌa-KÌa

B36a-NSÌa

HBa-KÌa

Hvør dystur er 2×10 min og leikt verður á hálvum vølli við 8 á hvørjum liði – málmaður íroknaður.

Higartil hevur tað gingið sera væl hjá okkara piltum, sum hava vunnið allar sínar dystir.

Líknandi tíðindi