Betri-liðini

Petur Knudsen debut á effo-liðnum!

Ímóti endanum av dystinum í dag kom 16-ára gamli Petur Knudsen á vøllin!

Hetta er sostatt fyrsti dysturin hjá Peturi í bestu deildini. Petur kom væl inn og vísti seinastu løtuna av dystinum, at hann kemur at vera ein týðandi leikari í framtíðini. Hann tamdi beinavegin bóltin sera væl í truplari støðu, og spældi hann skilagott víðari. Eisini tók hann sær av tí seinasta hornasparkinum í dystinum, so tað sæst, at hinir leikararnir eisini hava álit á honum.

Vit ynskja Peturi hjartaliga til lukku við fyrsta dystinum, og vit gleða okkum til nógvar dystir afturat saman við honum.

 

petur

Líknandi tíðindi