Per Langgaard skrivað undir sáttmála við NSÍ

Per Langgaard hevur skrivað undir sáttmála við NSÍ.

Per fekk sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá NSÍ longu í 2010. Í dysti móti B68 tann 28 august 2010 fekk Per ein so stóran skaða at hann mátti halda seg burtur frá fótbóltinum í næstan trý ár.

Tíbetur er Per komin somikið fyri seg aftur at hann ígjár var við frá byrjan tá NSÍ vann 3-2 á ÍF á Toftum.

Per, sum vanliga spælir sum miðverji kláraði seg sera væl.

Hjartaliga tillukku við sáttmálanum og góða eydnu.

Líknandi tíðindi