Felagið

Paulina Steinolvsdóttir á U-17 landsliðið

Paulina Steinolvsdóttir av felagsliðnum NSÍ/B68 er úttikin til føroyska U-17 landsliðið við gentum.

Tað er í døgunum 11. til 17. apríl, at føroyska U17-landsliðið við gentum skal luttaka í mini-kapping í Norðurírlandi, sum UEFA skipar fyri.

Umframt at spæla ímóti vertstjóðini, skal føroyska liðið eisini royna seg ímóti Íslandi og Wales.

Í hesum sambandi hava U17-landsliðsvenjararnir, Jan Mølvad Laursen og Bára Skaale Klakstein, úttikið hesar 18 leikararnar:

Janita Diana Ole-Jacobsen, 07 Vestur.
Guðrið Thomsen, Silja R. Róin og Elisabeth Vang, B36.
Ása á Reynatúgvu og Jónvá Hentze, B71.
Durita Hummeland, EB/Streymur.
Rebekka Benbakoura, Annika Dam og Magna Tórðardóttir, HB.
Tóra Mohr, Rórunn Joensen, Amanda Johannessen, Erla Christiansen, Gudný Johannessen og Evy á Lakjuni, KÍ.
Paulina Steinolvsdóttir, NSÍ/B68.
Bjørg D. Djurhuus, Víkingur/ÍF.

Fyrsti dystur hjá føroyska U17-liðnum í kappingini verður sunnudagin 13. apríl, tá Norðurírland tekur ímóti. Mánadagin 14. apríl spæla Føroyar og Wales, og mikudagin 16. apríl skal føroyska liðið royna seg ímóti Íslandi.

Hjartaliga tillukku við úttøkuni Paulina og góða eydnu.

Líknandi tíðindi