Betri-liðini

Ov óneyvir: ÍF-NSÍ 3-1

NSÍ tapti seinnapartin 3-1 á ÍF í Fuglafirði. Clayton skoraði hattrick, áðrenn Pól Jóhannus minkaði um munin. Øll málini komu í seinna hálvleiki. Myndir seinni.

Aftaná ein rímuliga javnan fyrra hálvleik, tóktist tað sum um okkara menn ikki komu fyri seg aftur, aftaná brent brotsspark, tá einir 6 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, sum annars var eitt gylt høvi at rætta støðuna uppaftur.

Fuglfirðingar sektaðu persónlig mistøk í okkara verjuparti serstakliga hart í dag, og Clayton Soares gjørdist stóra hetjan við at skjóta øll 3 málini.

Tað vóru annars vit, ið høvdu størru møguleikarnar í fyrra hálvleiki. Í 4. min. vinnur Andrias – sum var eyðsýndur í fyrra hálvleiki – bóltin í vinstru síðu, dregur heilt inn í málteigin og leggur tvørturum til ein púra leysan Magnus, men tíverri rakti Magnus bóltin ov spakuliga og hann fór framvið ÍF málinum. Í 6. min. sendir Árni gott fríspark innfyri til Pól Johannus, sum skallar framvið. Í 14. min. spælir Magnus Andrias í góða støðu, men hesin fekk ikki rættuligt skot á bóltin. Í 15. min. hevur Klæmint skotroynd úr 18 metrum, sum fer beint framvið. Í 23. min. hevur Andrias skot sum Jákup Mikkelsen bjargar, og í 24. min. hava vit hornaspark í høgru síðu, sum endar við at Andras í góðari støðu skallar í fangi á Jákupi.

Í 29. min. gerst Dánjal á Lakjuni púra leysur – hann var rangstaddur, men linjuverjin lat ikki við seg koma. Komin inn til brotsteigarmarkið langaði hann til. Bólturin brast í tvørstongina og niður í vøllin og útaftur og so var hesin vandin av.

Í 33. min. dregur Pól Johannes frameftir – spælir Árna – sum leggur bóltin innum aftur til Pól Johannes – sum leggur tvørturum, men Klæmint er akkurát ov stuttur til at kunna seta fótin á. Annars eitt frálíkt álop.

Í 38. min. hevur ÍF vandamikið fríspark stutt uttanfyri brotsteigin. Skotið fór beint framvið. Í 45. min. sendir Árni fríspark tvørturum brotsteigin til Klæmint við handaru stong, men skallarin fór beint omanfyri tóma málið og lítla løtu aftaná var fyrri hálvleikur av. Ein rímuliga javnur hálvleikur, har okkara fyri tað mesta høvdu verið omaná leikliga, uttan kortini at kunna gagnnýta møguleikarnar.

Fyrsta løtan í seinna hálvleiki var sera lívlig við møguleikum í báðum endum. Í 46. min. royna fuglfirðingar seg við skoti. Í 48. min. endar fríspark hjá Pól Johannes sum skallar á Jákup.

Í 51. minutti leggja fuglfirðingar seg á odda. Málið kemur aftaná Pól Johannes misti bóltin til Dánjal á Lakjuni, sum legði tvørturum til Clayton sum skeyt flatt inn við handaru stong.

Løtuna aftaná verður dømt brotspark til okkara, fyri at bólturin kom í hondina á Bartali. Klæmint – sum plagar at vera tryggur – sendi Jákup til høgru, men legði bóltin uttanfyri vinstru stong.

Fyri dystin – sæð við NSÍ eygum – tóktist brenda brotssparkið at hava stóra ávirkan á okkara spæl – í øllum førum fór leikgóðskan munandi niður aftaná, tó so onkrir glottar vóru. Í 50. min. dróg Árni væl ígjøgnum í vinstru og sendi ein super bólt innfyri, men tíverri var ongin at fylgja bóltinum upp inni fyri málið so hann fór framvið og út hinumegin. Í 62. min. hava fuglfirðingar skot framvið okkara máli. Í 63. min. hava vit hornaspark, sum endar við at Árni skjýtur og Jákup bjargar væl út til nýtt horna, sum onki spurdist burturúr.

Í 66. min. spælir Høgni Madsen ein bólt innum okkara verju – nokso langt úti – Kristian verður fangaður í ongamannalandi – Clayton dregur framvið honum og leggur bóltin í tóma málið.

Í 70. min. er aftur galið. Tá koma fuglfirðingar ímillum okkara uppspæl í vinstru síðu – senda innfyri úr høgru – og har er enn einaferð Clayton, sum skallar bóltin í málið og so mundu flestu vita hvat klokkan hevði sligið, men í 81. min. pyntaði Pól Johannes um úrslitið.

Málið kom aftaná fríspark sum Magnus sendi innfyri, og Pól Johannes stýrdu bóltinum víðari í málið. Í 84. min. sendi Bjarki eitt innlegg, sum Jákup var úti og loftaði, og í 90. min. høvdu vit horna sum fór framvið og minuttin aftaná eru fuglfirðingar ígjøgnum, men hesaferð loftar Kristian skotinum, og so var dysturin lokin.

Sum heild kann sigast, at okkara spældu fult upp til fuglfirðingar í fyrra hálvleiki og fyrstu løtuna av seinna, men tað sum var eftir av dystinum manglaði uppfinnsemi í uppspælinum, og vit brúktu ov nógvar langar sendingar, ístaðin fyri stuttar sendingar, har menn koma ígjøgnum – og so var hetta ein dagur, tá okkara egnu mistøk verða sektaði serliga hart og fyri øll 3 málini var hetta galdandi – og hinvegin kann man ikki taka frá fuglfirðingum, at teir eru serstakliga effektivir og við einum stórspælandi Clayton Soares á liðinum, sum ikki ger tingini torførari enn tey eru – sær gott út hjá teimum.

Okkara næsti dystur er næsta vikuskifti á heimavølli ímóti TB.

ÍF – NSÍ 3 – 1 (0-0)
51’ 1 – 0 Clayton Soares
66’ 2 – 0 Clayton Soares
70’ 3 – 0 Clayton Soares
81’ 3 – 1 Pól Johannes Justinussen
Liðið hesaferð: Kristian, Monrad, Helgi, Pól Johannes, Sjúrður, Árni (’81 Bjarki), Andrass, Magnus, Jann Martin (’74 Debes), Andrias (’Pál) og Klæmint (liðsk.).

Líknandi tíðindi