Ov gestablíðir á stevnuni: NSÍ-KÍ 0-2

Hóast karmarnir kring stevnudystin vóru góðir, við nógvum fólki og lívligum málaðum fjepparum, var talan ikki um nakran serliga lívligan dyst við Løkin í dag.

KÍ vann, tá avtornaði, 2-0 við málum, sum Páll Klettskarð skoraði í 15. og 49. minutti.

NSÍ byrjaði annars dystin betur. Árni kom til eitt gott innlegg longu í 3. minutti, men bólturin fór framvið teimum trimum viðleikarunum, sum høvdu leitað sær inn í KÍ-brotsteigin. Og tað kom kanska at merkja dystin fyri okkara viðkomandi – tær ferðirnar, tá vit komu fram á vøllin, spurdist lítið burturúr.

NSÍ byrjaði við hesum 11 inni: Kristian, Monrad, Pál, Jens, Sjúrður, Ari, Andras, Óli, Árni, Magnus og Klæmint.

NSÍ hevði bóltin nógv fyrsta korterið uttan stórvegis máæmøguleikar, og tí var tað sum at fáa eina kalda spann av avtni omanyvir seg, tá KÍ skoraði fyrsta málið. Dysturin var merktur av sera nógvum rangstøðum – onkrum tøttum og onkrum sera týðiligum. Í hesum førinum tóktust 3 KÍ’arar at standa innanfyri NSÍ-verjuna, tá bólturin varð lyftur upp um hana. Páll Klettskarð skoraði trygt.

Magnus høvdaði upp um úr høgru síðu eftir frísparksinnlegg úr vinstru síðu frá Árna í 19. minutti, og Klæmint skjeyt við síðuna av málinum eftir langa avlevering høga frá Jens í 22. minutti.

Men annars var tað KÍ, sum hevði notið betur av málinum. Eini tvær ferðir aftrat høvdu teir bóltin í málinum, tá tað bleiv floytað fyri rangstøðu.

Pál høvdaði bóltin beint á Gángó eftir frísparksinnlegg frá Sjúrði úr vinstru síðu í 36. minutti. Og Magnus hálvfluktaði ein bólt móti Gángó í 44. minutti. Tað ferðina hevði uppspælið hjá NSÍ annars riggað væl.

Hálvleikstøðan var 0-1, og var tað nokk rættvíst í mun til málmøguleikarnar. Hjá NSÍ blivu bóltarnir yvirhøvur spældir upp um miðjuna, og hóast KÍ-verjan virkaði eitt sindur ótrygg fyrstu løtuna, ernaðist hon so hvørt.

Í hálvleikinum komu Jann Martin og Andrias á vøllin fyri Andras og Óla. Magnus fór aftur á miðjuna, og Andrias í álopið.

Áðrenn NSÍ hevði fingið tíð at fótað sær, var aftur mál til útiliðið. NSÍ misti bóltin í uppspælinum aftarliga á miðjuni, og tá verjan ikki megnaði at varpa bóltin burtur, eydnaðist tað ístaðin Páll Klettskarð at skora aftur til 0-2.

Hóast mótbrekkan var tung, royndu okkara dreingir at bróta seg innaftur í dystin.

Í fleiri førum var tað Árni, sum slapp ígjøgnum í vinstru síðu. Í 57. minutti kom hann til fleiri fylgjandi innlegg, men KÍ-verjan fekk vart fyri øllum skotum. NSÍ var byrjað at trýsta, men KÍ lúrdi alla tíðina eftir at kontra, og tí var vandi á ferð fleiri ferðir. Spælið hjá NSÍ hekk ikki væl saman í dag, og tí mátti arbeiðast hart.

Í 62. minutti hevði Klæmint eitt skot mitt fyri eftir høga avlevering frá Magnus. Í 64. minutti vildi bólturin bara ikki inn eftir horna úr høgru síðu. Teir bláu kastaðu seg niður og blokeraðu øllum. Og í sama minutti høvdaði Klæmint beint við síðuna av eftir horna úr høgru. Í 69. minutti hevði NSÍ aftur horna, sum endaði við einum frísparki í høgru síðu. Árni sendi eitt skot við síðuna av. NSÍ-fjeppararnir kendu á sær, at tað kanska ikki var ov seint.

Men vandi var eisini fyri máli í hinum endanum. Kristian noyddist at gera eina fantombjarging, tá Andy var sloppin ígjøgnum í skjótálopi í 70. minutti.

Í eini roynd at økja trýstið enn meiri varð Helgi sendur á vøllin fyri Ari. Hann fór í miðverjuna, meðan Jens fór longur fram á vøllin. Og Jens skjeyt við síðuna av eftir horna úr vinstru síðu í 75. minutti.

NSÍ kom til fleiri møguleikar. Eitt gott álop endaði við, at Jann Martin skjeyt á innarusíðuna av handaru stong í 77. minutti, men onkursvegna fekk Gángó beint bóltin út til horna. Og minuttin seinni var aftur nær við, tá fleiri kjansir vóru mitt fyri, men inn vildi bólturin ikki.

Tíðin var farin at renna undan. Árni vann tvær ferðir fríspark í vinstru síðu í 84. minutti, men einki spurdist burturúr fleiri innleggum. Monrad sendi eitt innlegg til Klæmint úr høgru síðu í 88. minutti, men Klæmint fekk ikki skot á.

Í 89. minutti skjeyt Jann Martin langt uppum úr góðari støðu eftir langa avevering heilt afturi frá Helga.

Í yvirtíðini høvdu bæði Árni og Sjúrður innlegg, men einki kom burturúr, og sostatt endaði stevnudysturin 0-2 til gestirnar úr Klaksvík.

Samanumtikið vóru KÍ vandamiklari, hóast vit høvdu nógv spæl. Tað var hugstoytt at tapa hendan dystin eftir tveir sigrar á rað. Og tað var óhugaligt, at vit mittasta partin av dystinum vóru í so tannleysir. Leikararnir vístu hinvegin góðan vilja móti dystarenda, hóast einki spurdist burturúr. Og tað er hesin stríðsviljin, teir mugu taka við sær til næsta dyst, sum er á útivølli móti Víkingi longu nú mikukvøldið.

Vit hava í ár víst, at vit kunnu standa okkum væl móti øllum liðum, men tað má stríðast hart fyri at fáa stigini – í hvørjum dysti.

NSÍ-KÍ
12′ gula Álvur F. Christiansen
16′ 0-1 Páll A. Klettskarð
36′ gula Hjalgrím Elttør
49′ 0-2 Páll A. Klettskarð
74′ gula Jann Martin Mortensen
87′ gula András Gángó

NSÍ: Kristian, Monrad, Pál, Jens, Sjúrður, Ari (74′ Helgi), Andras (46′ Jann Martin), Óli (46′ Andrias), Árni, Magnus og Klæmint. Á bonkinum eisini Debes og Pætur.

Líknandi tíðindi