Ongir áskoðarar til dystin leygardagin!

Nú kappingin byrjar aftur leygardagin 9. Mai, verður sum kunnugt tilmælt at hetta er uttan áskoðarar. Í hesum sambandi heitir NSÍ á áskoðarar, um ikki at møta til dystin móti TB.
FSF hevur sent feløgunum tilmæli, hvussu kappingin fer í gongd aftur og avgjørt er, at fyribils skal Betri-deildin hjá monnum spælast uttan áskoðarar.
NSÍ skal tryggjað, at eingin áskoðari er á ítróttarøkinum, ið er økið, sum vanliga verður kravt atgongumerki til. Fyri at eftirlíkað hesum tilmæli, verður áskoðaraøkið avbyrgt, og vaktir halda eyga við, at áskoðarar ikki koma inn á økið.
Vit vóna, at henda støðan ikki verður longi, og at áskoðarar aftur kunnu koma til dyst og stuðla liðnum. Men fyribils er altso ikki møguligt hjá áskoðarum at koma til dystir. Tilber at síggja dystin móti TB í Televarpinum.

NSÍ

Líknandi tíðindi