Okkara stuðlar NSÍ
Aftur í ár er Okkara ein av stuðlunum hjá NSÍ. Vit er sera takksom fyri stuðulin frá Okkara.
U-15 spældi sín seinasta dyst í innleiðandi umfarinum. Dysturin var móti bólkavinnaranum Lyngby, sum hevði vunnið báðar sínar dystir undan dystinum í dag. Føroyar fekk eina dreymabyrjan. Longu í 5 min løgdu Føroyar seg á odda 1-0. Betuel vinnur bóltin nakað frammi á Lyngby miðjuni. Hann sær at Lyngby málverjin stendur langt úti. Betuel ger…
Haldið okkum til góðar. Arbeitt verður við heimasíðuni í løtuni. Eitthvørt var áfatt við gomlu síðuni. Síðan hevur tí broytt snið. Arbeitt verður í løtuni við at fáa gamla tilfarið yvir og at tillaga sniðið.
Nógv fólk nýttu høvi at leggja leiðina framvið Berglon, sum í dag skipaði fyri serligum NSÍ-degi. Til bar at keypa nýggju NSÍ-búnarnar og aðrar NSÍ-lutir, og samstundis vóru góð tilboð uppá eldri NSÍ-vørur. Spælarar av Vodafone-liðinum hjá NSÍ skrivaðu autografar til stóra gleði fyri tey møttu. Børnini og tey vaksnu fingu eisini okkurt gott frá…
Fyrr í kvøld varð Eystanstevnan sett. Veðrið var av tí allarfagrasta. Ein karnevalsgonga kom á økið við Býráðsskrivstovuna. Hópurin av ungum fólki vóru í gonguni. Onkur vóru ílatin klæðir, ið líktust teimum í filminum Grease. Onnur vóru í ítróttarbúnum. Nes Sóknar Musikkfelag spældi, og Bárður Kass Nielsen flutti fram røðu. Niðanfyri eru nakrar myndir frá…
Liðmynd: Afv : Sámal Hansen venjari, Jón Heinesen, Kristian Simonsen, Fróði Klein, Jógvan Sigvardsen, Leivur Højgaard, Jann Benjaminsen, Meinhard Olsen, Jón Arni Hjelm, Esmar Clementsen, Jóhannus Hansen og Egil Olsen venjari. Ffv. Hans Jón Jacobsen, Jannik Olsen, Rógvi Langgaard, Jákup Mortensen, Andrias Poulsen, Karstin Hansen, Sjúrður Arnarson, Petur Knudsen og Betuel Hansen
Ungdómsnevndin vil á hendan hátt ynskja nevndum, leikarum,venjarum, foreldrum, samstarvspartnarum, stuðlum og øllum sum ungdómsnevndin hevur havt samskifti við, eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár. Heilsanin fer eisini til hini fótbóltsfeløgini i landinum, sum okkara leikarar hava stríðst ímóti á leikvøllunum. Síggja fram til eitt spennandi kappingarár í 2012. FSF og starvsfólki tess, verður…