Ókeypis fótbóltsskúli í Runavík 3-4 juli

Týsdagin 3 juli og mikudagin 4 juli, skipar ungdómsnevndin hjá NSÌ fyri ókeypis fótbóltsskúla fyri yngri leikarunum hjá felagnum.

Byrjað verður týsdagin kl 09.00 og skúlin er liðugur kl 16.00. Týsdagurin er fyri leikarar gentur og dreingir í aldursbólkunum U-8 til U-12 dreingir og U10-U12 gentur.

Mikudagin verður eisini byrjað kl 09.00 og liðugt er kl 16.00. Hesin dagurin er fyri leikarar gentur og dreingir í aldursbólkunum U-14 til U-16 dreingir og U-14 og U-17 gentur.

Báðar dagarnar er matarsteðgur millum kl 12.00 og 13.00. Tá verður suppa og frukt og grønmeti at fáa ókeypis niðri í hølunum.

Høvuðsleiðari fyri skúlanum er okkara klubbvenjari Mathias Davidsen. Afturat sær hevur hann ungdómsvenjarar og leikarar úr felagnum sum hava roynt seg uttanlanda og á føroysku landsliðnum.

Sjálv venjingin er temavenjing, har dentur serliga verður lagdur á ymiska tekniska venjing so sum høvding, skot, avleveringar og ymisk spærk. Vant verður eisini verju, miðju, álop og málmansspæl.

Tá skúlin er liðugur fáa leikararnir dipom við váttan um luttøku og vatndunkar.

Tað er ikki neyðugt hjá leikarnunum at melda seg til skúlan. Tað er bert at møta upp og hava egnan bólt við.

Allir ungdómsvenjarnir vera bidnir um at geva leikarunum sum teir venja boð um skúlan.

Verið hjartaliga vælkomin

Ungdósmnevndin hjá NSÌ

Líknandi tíðindi