|

Oddur Á Højgaard longt sáttmálan!

Oddur Á Højgaard longt sáttmálan við NSÍ. Stóri og sterki verjuleikarin kom til hettar kappingarárið til NSÍ frá Eb-Streymur, og hevur Oddur í ár verið at sannur brandur í verjuni hjá NSÍ. Oddur stórtrívist í NSÍ blusini, og hevur havt eitt fantastiskt kappingarár, og eru vit sera fegin um at kunna kunngerða, at hann nú hevur longt um samstarvið við NSÍ.

 

Vit ynskja Oddur Á Højgaard tillukku við nýggja sáttmálanum, og ynskja honum allar bestu eydnu í gulu troyggini.

 

Líknandi tíðindi