Betri-liðini | Fjepparin

Nú er tíð at "bekenna kulør!"


Í samband við stóra stevnudystin móti HB leygardagin er ætlanin at fáa viðhaldsfólkini so gul sum tilber. Hetta fyri at vísa okkara leikarum stuðul, og fyri at takka teimum fyri góðu upplivingarnar, teir hava givið okkum higartil í ár.

Fyri at eggja okkum øllum at lata okkum í gult leygardagin verða tvey átøk gjørd.

200 gular fjeppara t-shirtir eru gjørdar við NSÍ-sanginum á rygginum. Hesar verða til sølu fyri kr. 50,- í teltinum beint undan dystinum. Manningin á Hoyvíkingi, Berglon og aðrir privatir stuðlar hava stuðlað hesum tiltakinum. Kom tíðliga fyri at ogna tær eina.

-Undir dystinum verður sum vanligt lutaseðlasøla, men harumframt verður ein ókeypis lutaseðil latin øllum teimum, ið bera litirnar hjá felagnum til dystin leygardagin.

Vit gera sjálvi av, hvussu vit bera litir felagsins, í blusu, turriklæði, húgvu ella andlitsmáling – bert hugflogið setir mørkini.

Komið og stuðlið okkara dreingjum – og vísið, hvørjum tit halda við!

Líknandi tíðindi