Betri-liðini

Aftur á odda í gullstríðnum: NSÍ – AB 2-1

So vunnu vit endiliga aftur, og eins í fyrsta sigrinum í ár var tað aftur ímóti AB. Góð fótbóltslíkindir vóru eisini, men áskoðarinir vóru fáir, hóast hettar var ein sera avgerandi dystur fyri NSÍ.

Dysturin byrjaði toluliga javnt, og ikki sást beinanvegin, at hettar var toppur og botnur sum leiktu dyst. Næstan eitt korter gekk, áðrenn okkara menn fingu fyrsta málmøguleika. Jústinus spælir ein góðan bólt út í høgru síðu til Jónhard, sum við nógvari ferð sleppur innum AB-verjuna og leggur innfyri eftir jørð, men tíverri gerast bæði Klæmint og Christian Høgni ov stuttir at seta bóltin í tóma málið.

Okkara menn royndu at trýsta og komu til møguleikar, eitt nú í 27. minutti, tá ið Klæmint gerst akkurát ov seinur í kapprenning við AB-málverjan, sum fær bjargað út til horna. Hornasparkið verður tikið, bólturin endar hjá Boga, sum leggur hann út til Einar, sum skjýtur eitt hart skot eftir jørð, men AB-málverjin bjargar við einari flottari fótparadu. Í 40. minutti verður skot frá Christiani Høgna blokerað, og løtu seinni skallar Klæmint beint uppum.

Beint fyri hálvleik fáa okkara menn so mál. Heðin stríðist væl úti í vinstru síðu og fær spælt bóltin fram til Einar, sum setir ferð á og sleppur afturum verjuna hjá argjamonnum og leggur innfyri eftir jørð har Christian Høgni fær bóltin og smekkar hann í málið til støðuna 1-0.

Gleðin var stokkut, tí í næsta álopi fáa argjamenn mál, eftir at Tróndur Sigurðsson vinnur nærdyst ímóti Jóhan og smekkar bóltin eftir jørð framvið Gango í málinum.

Í seinna hálvleiki løgdu okkara menn meira fyri og løgdu argjamenn undir stórt trýst, og gav hettar okkum eisini fleiri møguleikar, millum annað hevði Einar eitt kanónskot á stongina.

Tá ið 70 minuttir vóru leiktir, kom endiliga mál burturúr stríðnum, tá ið Jens er hægstur eftir horna og snittar bóltin í málið til støðuna 2-1, sum eisini var fult uppiborið og í tráð við leikgongdina. Fimm minuttir seinni hevur Jann Ingi eitt kanónskot, sum málverjin fær bjargað út til horna. Í 88. minutti gerst Klæmint púra leysur, men skjýtur beint á AB-málverjan.

Dysturin endaði 2-1 til okkum, sum eisini var fult uppiborið. Hettar var ein sera týdningarmikil sigur, og er tað gott at fáa kensluna av at vinna aftur. Hettar skuldi givið okkara monnum gott mót til næsta dyst, sum er ímóti HB í Gundadali komandi leygardag. Latið okkum fara mannsterk til Havnar og mála Gundadal gulan og svartan.

NSÍ – AB 2-1 (1-1)
1-0: 44 min. Christian Høgni Jacobsen
1-1: 45 min. Tróndur Sigurðsson
2-1: 70 min. Jens Joensen

Liðið: András Gango, Jóhan Troest Davidsen, Jens Joensen,  Jónhard Frederikberg, Einar T. Hansen,  Jústines R. Hansen, Jann Ingi Petersen, Klæmint A. Olsen (89 min. Árni Frederiksberg) , Heðin á Lakjuni, Bogi Løkin (79 min. Debes Danielsen), Christian Høgni Jacobsen.

Niðanfyri eru nakrar myndir, sum Birita Hansen tók. Nú tað byrjar at skýma so tíðliga, gera vánaligu ljósviðurskiftini tað heldur trupult at fáa góðar myndir, tí eru myndirnar heldur færri í tali enn vanligt.

[nggallery id=107]

Líknandi tíðindi