Betri-liðini | Felagið

NSÍ vunnið Fair Play virðisløn


Undir dystinum móti FC Suðuroy leygardagin fekk NSÍ handað eina Fair Play virðisløn.

Svenski felagsskapurin Vänner af Färöisk Fotball letur á hvørjum ári ein sonevndan Fair Play Prize til tað liðið í føroysku Vodafonedeildini, ið hevur fingið fægst kort í einum kappingarári.

Heiðurin var fyrstu ferð latin fyri kappingarárið 2009. Og tað vildi so til, at NSÍ vann hendan heiðurin fyri 2009.

Tá talt var upp, og eitt gult kort taldi eitt stig og reytt trý, var NSÍ á odda við 40 stigum, meðan EB/Streymur og HB høvdu 44 stig í part.

Leygardagin var eitt umboð fyri felagsskapin, Sören Flink, komið at hyggja at dystinum ímillum NSÍ og FC Suðuroy við Løkin.

Miðskeiðis í seinna hálvleiki nýtti hann høvi at handa umboðum fyri NSÍ stásiliga ferðaheiðursvinningin, sum er eitt glaslistaverk av Kaisa Tukonen. Eisini er eitt heiðurskjal latið felagnum.

Felagið hevur glaslistaverkið í varðveitslu restina av hesum kappingarárinum.

Tað ber til at fylgja gongdini í Fair Play kappingini fyri 2010 á heimasíðuni www.faroenews.se/fairplay.htm

NSÍ liggur í løtuni aftast í Fair Play kappingini fyri 2010, men kappingarárið er ungt enn – vit hava roynt at ligið aftast í øðrum kappingum fyrr í ár eisini…

Líknandi tíðindi