Felagið

NSÍ vinnari av Grassroots 2011

UEFA peikaði á 25. mai sum serstakan Grassrootsdag í ár. Í hesum sambandið skipaði FSF fyri einum tiltakið í Gundadali undir heitinum Fótbóltur fyri øll, og sum var ætlað børnum í aldrinum 5-7 ár. Heili 450 børn møttu til væleydnaða tilkaðið.

Samstundis heitti FSF á fótbóltsfeløgini kring landið um eisini at skipa fyri tiltøkum undir somu yvirskrift – Fótbóltur fyri øll.

Undirtøkan var í lakara lagi, men trý feløg tóku so áheitanina í álvara og skipaðu fyri ymiskum sera áhugaverdum og lívsjáttandi tiltøkum.

NSÍ við Toru Davidsen og hjálparfólki stóðu fyri heili fimm tiltøkum. Stovnar og brúkarar hendan dagin vóru:
– Eysturoyar Ellis- og Røktarheim. 40 fólk og 6 starvsfólk
– Verkhúsið Stíggjur, Saltangará. 8 fólk og 2 starvsfólk
– Rásin, Saltangará. 4 børn og eitt starvsfólk
– Setrið, Runavík. 5 børn og 4 starvsfólk
– Reiðrið, Toftir. 8 børn og 8 starvsfólk
Myndirnar tala so sanniliga … og siga okkum, at fótbóltur er fyri øll.

GIZA skipaði fyri eini fótbóltskapping fyri kvinnur. Tiltakið var á Argjum og øll feløgini í havn vóru boðin við. Trý feløg/lið luttóku í kappingini – GIZA, Undrið FF og B36. Umleið 40 kvinnur/gentur luttóku.
Eitt gott átak fyri at skapa áhuga fyri fótbóltinum millum kvinnur í høvuðsstaðnum.

TB skipaði fyri fýra tiltøkum yvir tríggjar dagar.
Fyrsta tiltakið var á Sevmýri, har børn, ung og vaksin hugnaðu sær hóast vánalig veðurlíkindi. 50 fólk luttóku.
Síðani varð fokus sett á tey 5-6 ára gomlu børnini inni í barnagarðinum í Trongisvági. Umleið 50 børn saman við starvsfólkum luttóku í alskins bóltspæli. Tað gjørdi ikki løtuna verri, at Kularrøtur settu punktum fyri einum frálíkum tiltaki við frálíkum sangi.
Børnini í 1-8 flokki áttu síðani tørn. Tey umleið 160 børnini royndu síni fótbóltskynstur bæði í Ítróttarhøllini og á sparkivøllinum í Trongisvági
Endabresturin á fótbóltinum fyri øll á Tvøroyri var millum fiskakassar og fiskakør á Delta Seafood. Møguliga hugnaðu teir við sterti sær líka nógv sum tey í gummistyvlum og arbeiðshandskum. Tað er ikki langt frá at hugsa “at tann løtan sum er góð … er ikki ring”.

NSÍ, GIZA og TB hava stórt rós uppiborið fyri at taka á seg at skipa fyri tiltøkum undir heitinum Fótbóltur fyri øll, har umleið 400 børn, ung og vaksin luttóku. Feløgini fáa sum lovað 20 bóltar hvørt.

Kelda: www.fsf.fo. ?A heimasíðuni hjá FSF er eisini myndasavn frá tiltakinum

Líknandi tíðindi