Betri-liðini | Tíðindi

NSÍ vann 2-0 á B71 í dysti um Løgmanssteypið

NSÍ vann 2-0 á B71 í dysti í steypakappingini við Løkin í dag. Málini skutu Klæmint og Einar seint í fyrra hálvleiki.

Nokkso fitt av fólki var komið til dystin við Løkin í dag, og líkindini vóru góð at spæla. Í fyrra hálvleiki vóru onkrir smávegis dropar, men annars var fyri tað mesta sól.

NSÍ spældi í nýggjum vespulittum búnum. András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Debes, Jústines, Jann Martin, Heðin, Chr. Høgni og Klæmint byrjaðu inni. Mamuka, Árni, Magnus, Nanmi og Kristian byrjaðu á beinkinum.

NSÍ legði bragdligari fyri tó uttan teir stóru málmøguleikarnar. Spælið var hampiliga gott, men tað seinasta manglaði. Í 10. minutti spældi Jann Martin bóltin gjøgnum B71 verjuna til Debes, men málverjin bjargaði. Minuttin seinni hevði B71 eitt fríspark uttanfyri brotsteigin í vinstru síðu, men tað kom ikki inn til málið.

Jónhard varð spældur leysur í høgru síðu av Debes í 15. minutti, men málmaðurin var skjótari á bóltinum. Í 20. minutti bjargaði András einum langskoti frá nr. 20 út til horna.

Einar hevði eitt fríspark uppá mál, eftir at Klæmint varð feldur í 16. minutti. Tað lá væl fyri at skjóta hjá Einar í dag, sum vit  komu at síggja seinni. Christian Høgni varð spældur fríður í 19. minutti, men bólturin fór uppum.

NSÍ sat nú tungt á spælinum, og royndirnar gjørdust naskari. Í 24. minutti royndi Einar seg við skoti úr vinstru síðu eftir eitt skjótálop. Og í 25. minutti hevði Debes eitt lágt skot til høgru fyri málmannin hjá B71, ið bjargaði.

NSÍ hevði fleri hornaskot hesa løtuna. B71 royndi at kontra og í hesum sambandinum komu eini tvey gul kort – til Christian Høgna og Einar fyri at steðga uppspælinum hjá B71 ólógliga.

Einar royndi seg aftur við skoti útifrá í 30. minuttinum, men málmaðurin bjargaði. NSÍ trýsti nógv og byrjaðu at nærkast B71 málinum, hóast verjan hjá B71 stóð sera kompakt.

Í 31. minutti hevði NSÍ aftur eitt gott álop, har Christian Høgni spældi bóltin tvørturum vøllin til Jónhard, ið fekk eitt gott innlegg til Klæmint, men bólturin fór við síðunar av.

Í 40. minutti gav trýstið úrslit. Eitt vælspælt álop endaði við, at Einar legði bóltin innfyri úr vinstru síðu. Klæmint høvdaði bóltin í mál. 1-0 til NSÍ.

Bert tveir minuttir seinni var aftur mál. Hesuferð royndi føðingardagsbarnið Einar seg við frísparki beint uttanfyri brotsteigin í høgru síðu. Hann setti sera hegnisliga bótin upp í nærmara trýkant. 2-0 til NSÍ.

Trýstið helt á fram seinastu løtuna av 1. hálvleiki. Petur Pauli royndi seg við einum høvdara í 45. minutti.

Í seinna hálvleiki trýsti NSÍ framvegis. Klæmint fekk fótin á eitt innlegg frá Christiani Høgna í 46. minutti. Og Jens høvdaði beint við síðuna av, eftir horna frá Debes í 52. minutti.

Debes og Einar royndu seg við skotum útifrá í 57. og 60. minutti.

Í 63. minutti kom Mamuka inn fyri Debes. Christian høgni hevði eitt skot útifrá í 65. minutti, og Heðin varð væl spældur ígjøgnum í 68. minutti, men málmaðurin bjragaði. Einar rann ígjøgnum B71 verjuna í 68. minutti, og Petur Pauli royndi seg við einum høvdara eftir fríspark í 71. minutti.

Árni varð skiftur inn fyri Klæmint í 80. minutti, og Magnus kom inn fyri Jann Martin í 84. minutti.

NSÍ kom til fleiri málmøguleikar seinastu løtuna. Eitt gott álop endaði við einum skoti frá Jónhard, sum málmaðurin tók, í 83. minutti. Mamuka hevði eitt skot í 85. minutti, og Magnus hevði royndir í 85. og 86. minutti. Heðin var nær við at skora í 87. minutti, og Magnus hevði ein høvdara lágt eftir horna, sum málmaðurin tók í 89. minutti. Magnus og Árni mundu skora móti endanum av dystinum.

Dysturin endaði 2-0, og tað fegnast vit um. NSÍ sat tungt á spælinum, og hevði eitt ótal av málmøguleikum. Tað var stuttligt at síggja okkara dreingir í einum veruligum dysti aftur. Frá einari byrjan við góðum spæli uttan teir stóru málmøguleikarnar, komu teir nærri og nærri málinum, og skoraðu so tvey tøtt mál beint áðrenn hálvleik. Teir varðveittu trýstið í seinna hálvleiki.

Spennandi verður at frætta, hvørjum vit møta í næsta umfari av kappingini um Løgmanssteypið.

Sunnudagin um eina viku byrjar so landskappingin. Tann dagin møta vit HB heima við Løkin.

NSÍ-B71 2-0
40 min. 1-0 Klæmint A. Olsen
42 min. 2-0 Einar T. Hansen

NSÍ: András, Jónhard, Petur Pauli, Jens, Einar, Debes (63. Mamuka), Jústines, Jann Martin (84. Magnus), Heðin, Chr. Høgni og Klæmint (80. Árni). Á beinkinum uttan at koma inn: Kristian og Nanmi.

Niðanfyri eru myndir, sum Birita Hansen tók.
[nggallery id=117]

Líknandi tíðindi