NSÍ ÚTI AV KAPPINGINI UM LØGMANSSTEYPIÐ 2010

NSÍ ER ÚTI AV STEYPAKAPPINGINI: EB/S-NSÌ 1-0

Veðurlíkindini vóru vánalig við Margáir í Streymnesi í  dag, tá ið EB/S og NSÍ brustu saman í øðrum umfari í steypakappingini um Løgmanssteypið.

Dysturin skuldi upprunaliga fara í gongd kl 15.00, men dómarin, Páll Augustinussen, valdi at útseta dystin ein hálvan tíma, so dysturin byrjaði ikki fyrr enn kl. 15.30.

Líkindi til at fáa ein góðan fótbóltsdyst vóru ikki av teimum bestu, tí hetta loyvdi veðrið ikki. Oysandi regn og nógvur vindur longs vøllinum darvaði tí flótandi fótbóltsspælinum nógv.

Teir fáu áskoðarnir, sum vóru møttir upp í illveðrinum, fingu tó ein spennandi dyst, sum ikki varð avgjørdur fyrr enn í longdu leiktíðini.

NSÍ stillaði upp við Gango í málinum, Jóhan og Einari í miðverjuni og Jonhard og Heðin á bakkunum. Sentralt á miðjuni vóru Jústines og Jan Ingi, meðan Debes og Klæmint mannaðu kantarnar. Frammi í álopinum vóru Christian Høgni og Potemkin.

NSÍ spældi fyri fyrstu ferð í tí nýggju búnanun – gular blusur, brøkur og sokkar og tað riggaði væl.

EB/S hevði vindan undan við sær í fyrra hálvleiki. Hetta burdi verið ein fyrimunir fyri EB/S, men tað spurdust tó ikki so nógv vandamikil álop burturúr hjá teimum í undanvindinum. Tær vandamiklu støðurnar uppstóðu mest við deyðbóltsstøður – hornaspørk og fríspørk. Fríspørkini hjá Hans Paula úr vinstru síðu eru altíð vandamikil, men NSÍ verjan við Gango á odda stóð oftast væl plaserað, tá ið deyðbóltarnir vóru  sendir inn í máløkið.

Í 22 min. var tó um reppið, at EB/S legði seg á odda. Arnbjørn gjørdist púra fríur mitt í brotsteiginum, men einsamallur  móti Gango megnaði hann ikki at fáa bóltin í málið, men skeyt við síðuna av. Ein risamøguleiki.

NSÍ spældi skilagott í fyrra hálvleiki. Leikararnir royndu alla tíðina at halda bóltin á jørðini og spæla bóltin tolnir runt. Liðið skapti tó ikki nøkur serliga vandamikil álop. Tað vandamiklasta álopið í fyrra hálvleiki var í 35. min., tá Christian Høgni spældi seg leysan mitt fyri og skeyt eitt gott skot árakað brotsteigarmarkið, men Rene í EB/S málinum stóð á røttum stað og vardi góða skotinum.

Tá, ið farið varð til hálvleiks, var støðan framvegis 0-0.

Í seinna hálvleiki hevði NSÍ vindin við sær. Tað byrjaði væl, tá Debes í 57. min. sendi eitt gott langskot úr vinstru síðu móti málinum. Rene í EB/S málinum mátti út í fulla longd og bjargaði sera væl.

Sum tíðin leið var tað meira og meira EB/S sum var spælstýrandi, sjálvt um teir nú høvdu vindin móti sær. Við stuttum  avleveringum spældu teir seg ferð eftir ferð gjøgnum NSÍ miðjuna og verjuna. Serliga Hans Pauli á vinstra kanti var eyðsýndur. Fleiri ferðir var vandi frammanfyri NSÍ málinum, men miðverjan við Johan og Einar ruddaðu væl upp, og Gango í málinum var sera tryggur aftasti skansi.

NSÍ hevði stórar trupulleikar at skapa nøkur vandamikil álop í seinna hálvleiki. Um tað var tann nógvi vindurin, sum gjørdi tað trupult at spæla seg til upplagdar málmøguleikar, skal ikki takast støðu til, men uppspælið frameftir á vøllinum sá ikki skilagott út. Alt ov ofta vóru langar óneyvar sendingar sendar fram til áleypararnar, sum høvdu trupulleikar at temja bóltarnir, ella fór bólturin bert aftur um EB/S verjuna til málmannin ella útav vøllinum.

Venjarin hjá NSÍ valdi í 75. min. at gera tvær útskiftingar. Potemkin og Debes vórðu tiknir út, meðan Jann Martin og Erland komu inn.

Tá dómarin bríkslaði dystin av eftir vanliga leiktið, var støðan framvegis 0-0. Neyðugt var tí við umdysti – 2×15 min.

Ein hevði kensluna av, at EB/S fór at skora, tí teir megnaðu nógv meira enn NSÍ at skapa teir vandamiklu málmøguleikarnar. Tá 10 min. vóru farnir av longdu leiktíðini, bragdaði hjá EB/S. Hans Pauli sendi enn einaferð, eitt av sínu góðu innleggum úr vinstru síðu. Arnbjørn var fyrstur á bóltinum,  og høvdaði hann bóltin í málið dygst úti við høgra málstólpa, uttan at Gango hevði nakrar møguleika at bjarga.

Tá 5 min. vóru farnir av seinna hálvleiki av longdu leiktíðini, dømdi dómarin brotspark til EB/S, tí hann metti, at Einar hevði tikið bóltin við hondini. Nú sá veruliga svart út.
Brotsparkskjúttin hjá EB/S sendi bóltin til vinstru, men Gango bjargaði frálika væl. Hetta gav NSÍ-arunum mót um kanska at fáa tað útjavnandi málið. Hetta kundi eisini verið veruleikin, tá Jústines stutt fyri leiktíð, gerst púra fríur móti EB/S málinum, men sera óheppið fyri hann og NSÍ rakti bólturin yvirleggjaran og útaftur í leik. Her skuldi Jústines kanska verið meira kaldur og sent bóltin eftir jørð framvið Rene í EB/S málinum.

Tað, sum eftir var av leiktiðini, hendi ikki tað stóra, og tá dómarin Páll Augustinessen floytaði síðsta bríkslið var greitt, at NSÍ enn einaferð var úti av steypakappingini, longu eftir teirra fyrsta leikumfar.

Nú er at fáa hendan dystin aftur um bak og hugsa frameftir. Næsti dystur hjá NSÍ er landskappingar-dysturin móti ÍF mikukvøldið í komandi viku við Løkin.

KOYRIÐ Á!

SAMAN STANDA VIT STERK

Líknandi tíðindi