Betri-liðini

NSÍ trekti EB/Streym í Løgmanssteypinum

Í kvøld var lutakast í sendingini 3-2 um, hvørji lið skulu møtast í kvartfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið, sum verður leikt mikukvøldið 4. mai.

Við lutakastinum gjørdist greitt, at NSÍ møtir EB/Streymi við Løkin. Hetta var ivaleyst truplast hugsandi lutakastið, eftirsum EB/Streymur er kent sum steypalið burturav.

Men teir skulu í øllum førum vera hjartaliga vælkomnir til dyst við Løkin, og síggja vit fram til eina spennandi uppgerð.

Hinar kvartfinalurnar eru:

Víkingur-B68
ÍF-AB
07 Vestur-KÍ

Líknandi tíðindi