Betri-liðini

Fantastiskur Eystanstevnudystur og staðfesting av oddastøðuni: NSÍ-HB 2-0


Karmarnir um oddadystin í Vodafonedeildini millum NSÍ og HB við Løkin í kvøld vóru frálíkir. Góð fótbóltslíkindi og sera nógv fólk var møtt upp, og okkara gulu fjepparar við Guliganz á odda settu veruliga sín dám á allan dystin á tamb. Sera gott at hava ein slíkan uppbakking runt um okkara dreingir. Haldið áfram.

Liðstillingin hjá NSÍ var, Gango í málinum, Einar og Jonhard á bakkunum, Jens og Jóhan í miðverjuni, Jústines og Jann Ingi sentralt á miðjuni, Heðin og Jann Martin á kantinum, Christian Høgni hangandi áleypari og Klæmint fremsti maður.

Liðini byrjaðu varliga. Fyrstu 15 minuttirnar var leikgongdin rímuliga jøvn. NSÍ var tó munandi meira málsøkið enn HB.

Í 6. min. fær NSÍ innkast í vinstru síðu. Einar kastar eitt av sínum longu innkøstum, Heðin er fyrstur á bóltinum og sneiðir bóltinum við høvdinum, men beint framvið HB-málinum.

Í 15.  min. sendir Klæmint eitt gott langskot úr høgru síðu, og Marcin David í HB-málinum má út í fullari longd at bjarga. Bólturin fer út í vinstru síðu, har Heðin leggur bóltin fyri føturnar á Christian Høgna, sum smekkar til fyrstu ferð, men tíverri uppum málið.

Sum fráleið, setti NSÍ seg meira og meira á dystin. Okkara leikarar løgdu eitt støðugt trýst á HB-verjuna, sum fyri tað mesta hevði nokk við at sparka bóltin av vandaleið. Uppspælið hjá NSÍ var væl skipað og tolið við nógvum flytingum. Fleiri málmøguleikar spurdust burturúr, uttan at tað eydnaðist at fáa bóltin innum málstrikuna.

HB hinvegin trekti seg langt aftur á vøllin og satsaði meira uppá kontrabóltar.

Í 39. min tók Christian Høgni ein av sínum longu rennitúrum. Komin inn um HB brotsteigin verður hann feldur, men dómarafloytan hjá Rúna Gaardbo tagdi. NSÍ-arnir føldu seg týðuliga snýttar fyri brotspark í hesi støðuni. Í 43. min hevur NSÍ horna úr høgru. Klæmint er hægstur og høvdar bóltin, men lukkutíð fyri HB, bjargar verjuleikari á sjálvari málstrikuni.

Samanumtikið var NSÍ í fyrra hálvleiki leikliga greitt omaná og vóru óhepnir ikki at skora mál. HB hinvegin skapti sera fáar málmøguleikar.

NSÍ legði hart út í byrjanini av seinna hálvleiki. Longu í 47. min. er um reppið, at NSÍ leggur seg á odda. Heðin slítur seg leysan í vinstru síðu í HB brotsteiginum og leggur inn fyri málið. Bólturin rakar aftaru stong og útaftur í spæl. Spælið dovnaði síðan eitt sindur, og HB kom meira við og vóru kanska leikliga omaná teir næstu 15 min., uttan at teir skaptu vandamiklar málmøguleikar.

Í 72. min. fer Klæmint út ,og Potemkin kemur inn í hansara stað. Í 73. min. er Marcin David nær við at gera sjálmál. Hann loypir upp at boksa, rakar ikki, og bólturin støkkur í stongina, men í aðru atløgu fær hann fatur á bóltinum.

Í 80. min. fær NSÍ brotspark. Jústines verður koyrdur um koll í brotsteiginum av Hans á Lag. Christian Høgni tekur brotsparkið og setir bóltin ósvitaliga trygt í málið til 1-0 til mikla frøði hjá okkara væl uppløgdu áskoðarum.

Í 87. min. fer Heðin út og Erland kemur inn.

Í 88. min. leggur NSÌ seg á odda 2-0. Christian Høgni slítur seg leysan av HB-verjuleikara í vinstru síðu. Sjálvt um hesin roynir at halda honum, setir Christian Høgna beina kós á málið og úr 10 metra fjarstøðu langar hann til bóltin uppí høgra handar horn, uttan at Marcin hevði møguleika at bjarga. Hetta var samstundis 12. málið hjá toppskjúttanum í Vodafonedeildini í 13 dystum. Fantastiskt.

Frøin var sum vera man sera stór, tá dómarin bríkslaði dystin av. NSÍ áskoðarnir tustu inn á vøllin at fagna hetjunum. Hetta minti ikki sørt um, tá NSÍ í 2007 tryggjaði sær meistaraheitið í næstseinasta leikumfarinum móti VB/S.

Samanumtikið var talan um ein fult uppibornan 2-0 sigur. NSÍ var nógv meira vandamiklari enn HB allan dystin. Við eitt sindur av hepni kundi støðan gott verið 2-3 mál fleiri.

Talan var um eitt sera gott liðavrik, har okkara menn sýndu ein framúr stríðsvilja. Ringt er at taka nakran framúr ,men Jústines á sentrala miðvøllinum spældi sera væl í dag. Christian Høgni, ja hann vita vit, dugir at skjóta mál.

Hetta var níggjundi sigurin á rað, og tað er fantastiskt. Við sigrinum liggur NSÌ nú einsamalt á odda í Vodafonedeildini.

Tá Eysturoyingur eisini vann kappróðurin hjá 10-mannaførunum, er onki at ivast í, at lagið verður gott á Eystanstevnu í kvøld.

HJARTALIGA TILLUKKU.

Hagtøl:

NSÌ-HB 2-0 (0.0)

79 min NSÌ 1-0 : Christian Høgni Jacobsen (brotspark)

89 min NSÌ 2-0: Christian Høgni Jacobsen

Liðið: Gango, Jóhan, Jens, Einar, Jonhard, Jústines, Jann Ingi, Jann Martin, Heðin (Erland 87 min), Christian Høgni og Klæmint (70 min Potemkin).

Myndir: Birita Hansen
[nggallery id=50]

Líknandi tíðindi