NSÌ selir húgvir og turrikløð í Løkshøll
Ì samband við dystin í dag, so selja umboð fyri NSÌ hugvir og turrikløð í Løkshøll í dag.
Húgvir 150,-
Turrikløð 100,-
Vónandi eru tað fleiri, ið ynskja at ogna sær hettar.
Saman standa vit sterk 🙂
Ítróttarfólk og skótar verða biðin um at møta kl. 13.30 við Skúlan við Løkin Flaggdagshaldið verður uttanfyri Skótahúsið við Løkin, hósdagin 25. apríl. Kl. 14.00 (um ikki viðrar, verður farið inn í Skótahúsið) Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu heldur røðu, Skótar og ítróttarfeløg ganga skrúðgongu og Nes Sóknar Musikkfelag spælir. Aftaná verður ein…
Kappingin í seinnu hálvu fer nú av álvara í gongd aftur í vikuskiftinum. Hesir heima og útidystar verða. Heimadystir. Leygardagin 18 august kl 13.00. Dreingir U-14. NSÍb- FC Suðuroy Leygardagin 18 august kl 15.00. 1. Deild menn: NSÍ-Skála Leygardagin 18 august kl 17.00. 3. Deild menn: NSÍb-B36 b Sunnudagin 19 august kl 15.00. Effodeildin: NSÍ-FC…
Niðanfyri er yvirlit yvir venjaraskeið, sum ætlanin er at hava í 2013. Hesi skeiðini eru partur av venjaraútbúgvingarskipanini hjá FSF. Neyvari lýsing av skeiðunum og innbjóðing verður løgd á heimasíðuna so hvørt. Skeiðini eru treytaði av nóg góðari undirtøku. Og er tørvur á tí, vegna góða undirtøku, verður okkurt skeiðið endurtkið. Skeið Dagar Stað Freist…
Mikudagin 25. apríl er Flaggdagur, og hendan dagin fara vit, sum siður er at heiðra Merkið. Flaggdagshaldið verður sunnan fyri býráðshúsið í Runavík 25. apríl kl. 15.00. NSÍ heitir á allar fótbóltsleikarar um at ganga skrúðgongu. Møti úti við vøllin kl. 14.30. Annleyg Lamhauge flytur fram røðu, og Nes Sóknar Musikkfelag fer at spæla. Aftaná…
Á ársveitsluni hjá NSÍ varð nýggi venjarin fyri løtu síðani kunngjørdur. Talan er um ein sera royndan venjara. Guðjón Þórðarson er 63-ára gamal og kemur frá Akranesi í Íslandi. Sum leikari hevur hann spælt yvir 400 dystir í bestu íslendsku deildini. Sum venjari hevur Guðjón sera nógvar royndir. Hann hevur millum annað verið íslendskur landsliðsvenjari….
Framvegis eru tað fleiri sum enn ikki hava goldið luttøkugjald. Vit fara í at heita á tey sum enn ikki hava goldið um at fáa hetta í rættlag beinanvegin. Goldið luttøkugjald er treyt fyri at fáa loyvi at venja og leika við ungdómsliðunum hjá NSÌ. Luttøkugjaldið í ár verður tað sama fyri tær ymisku aldursbólkarnar…
Ongar vørur eru í kurvuni