NSÌ piltar – Århus Football Festival


Heilsan úr Århus (seinni partur)

Luttøka hjá NSÌ-piltum á Århus Football Festival

Skrivað hava: Eyð/Hjalti

Fríggjadagin 30/7 spældu vit tveir dystir, tann fyrri í móti Dorset/Hampshire Elite, sum vit taptu 5-0. Øll málini komu í fyrra hálvleiki, sum vit ikki spældu serliga væl, meðan seinni hálvleikur endaði 0-0, har vit lættliga kundu havt skorad eini 2-3 mál.   Seinni dysturin var í móti Humlebæk BK, sum vit taptu 3-1. Humlebæk legði seg á odda um miðjan fyrra hálvleik, men í 17. min. javnar Gorm Nielsen við einum straffi til hálvleikstøðuna 1-1. Dreingirnir spældu ein góðan fyrra hálvleik, meðan seinni gekk verri. Spælið gjørdist til tíðir heldur harðligt og ikki so gott, og tískil lógu spælarar ofta á vøllinum við smærri skaðum, Hesa løtuna fingu Humlebæk so 2 mál. – Henda dystin høvdu okkara menn nevniliga væntað at fingið eitt betri úrslit.

Um kvøldið endaðu dreingirnir á diskoteki, har teir hugnaðu sær óført, teir hoppaðu og dansaðu í tí nógva roykinum og hitanum.

Leygardagin 31/7 var seinasti dystur á skránni, og spældu vit um 7. og 8. plássið í okkara bólki. –  Vit møttu ein liði hjá HB, og gjørdist hetta okkara fyrsti sigur. Vit høvdu gott tak á HB allan dystin, og sá tað út til, at vit fóru at vinna uttan stórvegis trupulleikar. – Í 16. min. legði Ingolvur Steinálvsson okkum á odda við einum brotssparki, men tvær ferðir kom HB-liðið aftur. Ikki fyrr enn 5. min. áðrenn vanliga leiktíðin var av, skoraði Jákup Højgaard tað útjavnandi málið. – Men spenningur skuldi til, og ikki fyrr enn í longdu leiktíðini avgjørdi Gorm Nielsen dystin, og vunnu vit sostatt 3-2.

Leygarkvøldið høvdu dreingirnir frí. Tá bleiv spælt við luttakararnar úr teimum ymisku londunum í tí hugnaliga umhvørvinum í garðinum uttan fyri íbúðirnar, serliga við tær íslendsku damurnar, sum lærdu teir ymisk bóltspøl.

Sunnudagin fóru vit tíðliga um morgunin við leigaðum bussi til Djurs Sommerland. Sólin skein, og hitin var uml. 25 hitastig. Ein góður dagur, sum øll vóru sera væl nøgd við.

Nú gera vit okkum klár at fara á flogvøllin í Ålborg, og verða vit í Runavík uml. kl.23 í kvøld.

Vit í ferðalagnum, bæði foreldur og børn, vilja takka fyrireikingarbólkinum og venjarunum fyri eitt fyrimyndarliga væl fyriskipað arbeiði, sum gjørdi túrin so sera, sera væleydnaðan.

Myndafrásøgn niðanfyri:

[nggallery id=84]

Líknandi tíðindi