NSÍ møtir Víkingi mánadagin kl 17.00
So er aftur dystur í Betri deildini. Hesuferð skal NSÍ inn til Gøtir at spæla ímóti Víkingi. Dysturin byrjar mánadagin (2.páskadag) kl 17.00 í Sarpugerði.
Møti fjølment og stuðli okkara monnum, tørvur er á øllum stuðli uttanfyri vøllin. So ung sum gomul, takið leiðini inn um Gøtueiði og stuðli okkara monnum mánadagin.
Koyr á NSÍ, og SAMAN STANDA VIT STERK!