NSÍ kvinnur leika fjórðingsfinalu í morgin
NSÍ kvinnur leika fjórðingsfinalu í steypakappingini í morgin 28. oktober kl. 19.00 ímóti EBS/Skála.
Dysturin verður leikur á Skála.
Komi fjølment og stuðli NSÍ.
SAMAN STANDA VIT STERK
NSÍ kvinnur leika fjórðingsfinalu í steypakappingini í morgin 28. oktober kl. 19.00 ímóti EBS/Skála.
Dysturin verður leikur á Skála.
Komi fjølment og stuðli NSÍ.
SAMAN STANDA VIT STERK
Á familjudegnum í dag varð aftur kappast í togtogan. Hendan kappingin millum bygdirnar var eitt hæddarpunkt á familjudegnum í fjør, og sæð varð við spenningi fram til hesa kappingina í ár eisini. Liðini høvdu lagt nógv fyri. Tað hoyrdist, at liðini høvdu fyrireikað seg á tveir ymsar hættir. Okkurt liðið hevði styrkivant, meðan onnur høvdu…
Nú um jólini hevur NSÍ fingið hópin av jólaheilsanum frá feløgum her heima og úti í Evropa umvegis teldupost. Millum útlendsku feløgini, ið hava gjørt vart við seg, eru: Fenerbahçe SK, Turkaland Real Madrid, Spania AS Roma, Italia SK Slovan Bratislava, Slovakia Aris Thessaloniki, Grikkaland Atlético de Madrid, Spania Bursaspor, Turkaland CFR 1907 Cluj, Rumenia…
Síðani dystin móti EB/Streymi seinasta fríggjakvøld hava tit havt høvi at velja dagsins mann móti EB/Streymi. Nú atkvøðugreiðslan er stongd, liggur Christian Høgni Jacobsen klárt á odda við 39% av atkvøðunum. Hann fekk íalt 91 av teimum 235 givnu atkvøðunum. Hetta er nógv tann størsta undirtøkan, nakar einstakur leikari heur fingið higartil. Christian Høgni varð…
Jens Joensen hevur í kvøld longt sáttmálan við NSÍ. Tað er ongin loyna at Jens er ein vinnari, og tí eru vit fegin um at Jens nú hevur longt sáttmálan við NSÍ. Vit ynskja Jens tillukku við nýggja sáttmálanum, og allar bestu eydnu í tí gulu blusuni.
Okkara menn høvdu ríkiligt av møguleikum til at avgera dystin, men dagsins maður var Teitur Gestsson, sum hevði fleiri bjargingar í serflokki – hann tók snøkt sagt alt, sum kom innanfyri stengurnar og tí bleiv tað einans til tað eina stigið – hóast okkara leikliga vóru omaná meginpartin av tíðini. Byrjanin av dystinum var annars…
Ein av evnaríku ungu leikarunum hjá NSÍ, Arni Gregersen, hevur skrivað undir eitt-ára sáttmála við NSÍ. Arni er ein av leikarunum, sum vit vænta okkum nógv av, og tí er tað ein gleði fyri felagið, at hann heldur verður at síggja í gul/svarta búnanum næsta ár eisini.
Ongar vørur eru í kurvuni