NSÍ-KÍ 2-0 (1-0): Evropa nærkast!

Klæmint A. Olsen skoraði bæði málini í sigrinum á klaksvíkingum í dag. Hetta styrkti um støðuna á fjórða plássinum, ið gevur atgongd til Euro League.

KÍ byrjaði dystin eitt sindur betri. Teir høvdu fyrimun av undanvindinum í fyrra hálvleiki, og royndu teir seg við nøkrum skotum.

Klæmint ella sjálvmál?

Við frísparki úr eini 20 metrum legði Klæmint NSÍ á odda, tá hálvur tími var spældur. Bólturin tók í ein KÍ-leikara og hetta snýtti málverjan. Á faroesoccer.com er málið skrásett sum sjálvmál, hóast hetta er rættiliga ivasamt. Um bólturin snittar ein spælara ávegis í málið, so verður tað vanliga ikki skrásett sum sjálvmál. Um bólturin ikki var á veg í málið, men umvegis leikara á mótstøðuliðnum endar í málinum, so er talan um sjálvmál.

Eftir málið legði KÍ eitt ávíst trýst á NSÍ restina av fyrra hálvleiki. Í tveimum førum var Páll A. Klettskarð ógvuliga nær við at skora. Men í báðum førum misnýtti hann úr eini 7 metrum, fyrru ferð við innaru síðu og seinnu ferð við høvdinum.

NSÍ átti allan seinna hálvleik

NSÍ hevði vindin undan í seinna hálvleiki. Vindurin minkaði tó nakað. NSÍ hevði greiða yvirvág allan seinna hálvleik. Hornaspørkini frá Árna Frederiksberg og Magnus H. Olsen vóru ógvuliga góð, og kundu við eitt sindur av hepni farið beint í málið. Tá 77 miuttir vóru spældir legði Andy Ó. Olsen bóltin innfyri, og toppskjúttin í Effo-deildini skoraði við høvdinum. Spurningurin er so, um hetta var mál nr. 21 ella 22 í ár hjá Klæminti.

Tað kundu komið fleiri mál í dystinum, og NSÍ kundi lættliga havt økt um leiðsluna. Magnus, Árni og Klæmint brendu rímiliga stórar málmøguleikar. Páll A. Klettskarð átti størsta KÍ-møguleikan í seinna hálvleiki.

Nú verður landsliðssteðgur, og síðani skulu tvey tey seinastu umførini í ár spælast. NSÍ spælir á útivølli ímóti HB og síðani á heimavølli ímóti ÍF. Vinnur NSÍ annan dystin, so sær rættiliga skilagott út viðvíkjandi Evropa-luttøku næsta ár.

 

Mynd: JUUL’s-Foto

Líknandi tíðindi