NSÍ kalendarin til sølu í Bókabúðini, Effo og Vár
Ein góð gáva er NSÍ kalendarin fyri 2014.
Kalendarin fast til keyps fyri 100 kr í Bókabúðini, Vár og Effo
Ein góð gáva er NSÍ kalendarin fyri 2014.
Kalendarin fast til keyps fyri 100 kr í Bókabúðini, Vár og Effo
Tit hava valt Pál Mohr Joensen til dagsins mann í eystanstevnudystinum móti KÍ leygardagin. Hóast 2-0 tapið gjørdi Pál sítt besta í miðverjuni og var fleiri ferðir fyrstur eftir skjótu klaksvíkingunum. Pál fekk 19 % av teimum 137 givnu atkvøðunum. Á øðrum og triðja plássi komu Árni við 14 % og Jann Martin við 12…
Jákup Jakobsen hevur skrivað undir við NSÍ. Sterki stríðsmaðurin av Skála hevur leikt 116 dystir fyri Skála í Betri deildini, og skiftir nú til NSÍ. Vit gleða okkum at síggja Jákup í gulu blusuni í 2020. Vit bjóða Jákupi vælkomnum til NSÍ og ynskja honum bestu eydnu.
Fyri løtu síðani var lutakast um fyrsta undanumfar av Europa League. Í morgun vóru liðini bólkaði, soleiðis at NSÍ bert kundi møta einum av hesum í lutakastinum: Fulham (Ongl.), Saint Patricks (Írl.), Aalesund (Nor.), Häcken (Svø.) ella Renova (Mak.). Dreymaliðið var Fulham, og helst vildi man sleppa undan einum túri til Makedonia. Øll hini liðini…
ÍF og NSÍ leiktu finalu í Eysturoyarkappingini í Fuglafirði í kvøld. Tá avtornaði, vann ÍF heili 5-1, eftir 2-1 leiðslu í hálvleikinum. Talan var um venjingardyst, so nógvar útskiftingar vórðu gjørdar. Hjá NSÍ byrjaðu hesir inni: András, Monrad, Justinus, Jens, Rógvi, Debes, Jann Martin, Andras, Árni, Andrias og Ari. Í seinna hálvleiki komu Kristian, Sjúrður,…
Hóskvøldið 5. mai var stórfingna finalan í spurnarkappingini “Av Skipanesi til Æðuvíkar” í Løksvøll. Vælupplagdu vertirnir, Jonhard og John, førdu okkum við góðari hjálp frá einin rúgvu av trúgvum NSÍ’arum ígjøgnum eitt sera stuttligt og ikki minst spennandi kvøld. Fyrst vóru semifinalurnar á skránni. Í fyrru seminfinaluni dystaðust Saltangará (Jónsvein Knudsen, Kári P. Højgaard) og…
Tað var ongantíð nakar ivi um, hvønn veg sigurin skuldi fara við Løkin í kvøld. Eitt hav av møguleikum – nógv skot á málið og eisini eitt brent brotsspark hoyrir við til søguna. Leikliga støðið fall nakað seinna part av seinna hálvleiki, men sum heild var talan um ein vælleiktan dyst, sum ber boð um,…
Ongar vørur eru í kurvuni