NSÍ-ÍF 4-2 (1-1): Evropa næsta ár!

NSÍ vann á ÍF í dag, og tryggjaði sær harvið pláss í Euro League næsta ár.

Lagt varð upp til ein spennandi dyst við Løkin í dag, tí NSÍ, EB/streymur og KÍ øll høvdu møguleikan at spæla seg til evropa-luttøku.

Jens Joensen legði NSÍ á odda tíðliga í dystinum, men Clayton Nascimento javnaði áðrenn hálvleik. Tá 50 minuttir vóru leiktir vaknaði NSÍ av álvara. Innanfyri tveir minuttir skoraðu Christian Høgni og Klæmint, og sendu teir harvið NSÍ á evropakós. Men Kristoffur Jakobsen minkaði um munin, soleiðis at spenningur framvegis var í dystinum.

Tá 3 minuttir vóru eftir av dystinum avgjørdi Andy Ó. Olsen dystin. Hann rundaði Jákup Mikkelsen, og sendi bóltin í málið til stóra gleði fyri NSÍ-fjeppararnar.

Dysturin endaði 4-2, og NSÍ spælir í Evropa næsta ár!

Líknandi tíðindi