Betri-liðini

NSÍ í ódnarveðri við Løkin: NSÍ-B68 0-2

Undan dystinum var tøgn í ein minutt fyri at minnast fyrrverandi formann felagsins, Pidda.

Hóast líkindini vóru fín at hyggja at fótbólti, sól og lýtt, rendi NSÍ seg í eitt satt ódnarveður á vøllinum.

NSÍ byrjaði við hesum ellivu inni: Kristian, Monrad, Jens, Pál, Sjúrður, Jann Martin, Óli, Magnus, Árni, Ari og Klæmint.

Frá byrjan av vóru reyðu grannarnir meiri ágrýtnir. Hetta sást aftur í hørðum taklingum, og sum dysturin leið, nógvum fríspørkum.

Longu í 1. minutti fekk Christain Høgni gult kort fyri at stilla seg fyri eitt fríspark, og so var støðið lagt. Teir reyðu spældu hart og sera beinleiðis, meðan trupult var hjá teimum gulu at finna góða spælið, og at fáa avleveringarnar til at røkka ætlaða málinum.

Longu í 5. minutti sendi Ukpai ein bólt móti trýkantinum, sum Kristian tó fekk beint út til horna.

Í 6. minutti hevði Jann Martin eitt skot á B68-málverjan, eftir at hann sjálvur hevði sent eitt frísparksinnlegg innfyri úr vinstru síðu.

Eftir innleiðandi leikirnar tók B68, sum leikti í hampiliga sterkum mótvindi, meiri og meiri yvir. Jónleif Højgaard skjeyt á tvørtræið úr okkara vinstru síðu í 16. minutti. Bólturin kom útfrá aftur, men síðani varð ein reyður feldur á brotsteigarmarkinum í okkara høgru síðu. Frísparkið varð spælt framvið brotsteiginum til Jónleif, sum skoraði við einum hørðum fløtum skoti til 0-1 til B68.

Árni var nær við at skora mitt fyri í 18. minutti, men annars hevði B68 yvirtakið næstu løtuna. NSÍ hevði nógvar feilavleveringar og tóktust yvirhøvur ikki at vera líka grammir sum teir reyðu.

So hvørt sum hálvleikurin leið, ernaðust teir gulu. Jann Martin og Árni býttu um síðu. Jann Martin hevði eitt skot á málmannin í 34. minutti. Og í 35. minutti rakti Jann Martin stongina, eftir at Sjúrður og Klæmint høvdu spælt væl saman. Hesin kjansurin var sera stórur, og kundi eins væl javnað dystin fyri NSÍ.

Klæmint varð spældur fríður av Jann Martin í 37. minutti, men var so mikið trýstur, at hann ikki fekk rættiligt skot á. Móti endanum av hálvleikinum hevði NSÍ bæði fríspark og horna, uttan at nakað fekst burturúr. Hálvleikstøðan var tí 0-1 til gestirnar. Samaumtikið høvdu teir reyðu verið grammari og meiri beinleiðis í sínum spæli, hóst NSÍ hevði undanvind. Tó var Jann Martin nær vit at javnað.

Ivaleyst hava teir reyðu fingið boð um at seta seg á dystin aftur í hálvleikinum, tí teir komu út aftur og fóru hart í nærdystirnar. NSÍ royndi at spæla seg fram eftir vøllinum, men tað gekk strilti, og hinvegin setti B68 ferð á, tá ein kontramøguleiki var. Í 58. minutti hevði NSÍ fleiri innlegg, sum tó ikki endaðu við skoti uppá mál.

Í 59. minutti kom Helgi inn fyri Óla. Helgi fór í miðverjuna. Jens fór fram. Ari fór út á høgra kant, og Jann Martin mitt á miðjuna.

Jens vísti seg at megna betur fysiska stríðið móti stóru B68-verjuni, enn Ari og Klæmint høvdu megnað fyrr í dystinum. NSÍ fekk tí lagt eitt meira støðugt trýst á B68. NSÍ fekk eitt hav av hornaspørkum og fríspørkum næstu løtuna – serliga Jens vann nógv fríspørk.

Í 63. minutti sendi Jann Martin eitt horna innfyri úr vinstru síðu, men Magnus fekk ikki rættiliga stýrt høvdararnum nóg væl. Árni høvdaði beint uppum mitt fyri eftir horna úr vinstru síðu í 67. minutti. Og Árni snúraði eitt fríspark uppum múrin men tíverri beint uppum málið eisini í 72. minutti.

Magnus endi eitt frísparkinnlegg móti málinum í 75. minutti, og Jens kom í eina góða skotstøðu í 76. minutti, men varð dømdur rangstaddur.

Heldur enn at umseta yvirtakið í spælinum til mál, hendi tað, sum ikki má henda, í 78. minutti. NSÍ-liðið stendur høgt á vøllinum, verjan missir bóltin, og B68 ger skjótt av. Ein bóltur bleiv spældur innfyri til Óla Olsen, sum skorar trygt til 0-2.

Nú gjørdist mótbrekkan øgilig. NSÍ royndir seinastu løtuna, men uttan úrslit. Árni sendi eitt spískt skot framvið úr vinstru síðu í 79. minutti.

Andrias kom á vøllin fyri Ari í 82. minutti. Spælið beliv nokkso hart til tíðir móti dystarenda.

Klæmint var sendur avstað móti málinum í 90. minutti, men skotið fór beint á málmannin. Í yvirtíðini kom NSÍ til fleiri innlegg og hálv skot, men einki vildi inn, og endaði dysturin tí við einum 0-2 sigri til B68.

Samanumtikið vóru B68 meira grammir í dag. Hetta sást millum annað aftur í nokkso fysiskum spælið, men eisini í, at teir skoraðu, tá høvið var har. NSÍ hevði onkur tíðarskeið við hampiligum spæli – seinast í fyrra hálvleiki og móti endanum av dystinum – men eydnan var ikki við okkum í dag, samstundis sum spælið í løtum ikki fekst at hanga saman.

Við sigrinum kom B68 ájavnt við NSÍ í stigum, men við verri málúrtøku. Nú restar ein dystur áðrenn Europa League dystirnar og summarsteðgin. Tann dysturin er móti EB/Streymi við Løkin nú fríggjadagin 29. juni.

NSÍ-B68 0-2
16. min 0-1 Jónleif Højgaard
78 min. 0-2 Óli Olsen

Kristian, Monrad, Jens, Pál, Sjúrður, Jann Martin, Óli (59′ Helgi), Magnus, Árni, Ari (82′ Andrias) og Klæmint (liðsk.)

Líknandi tíðindi