|

NSÍ hevur tryggjað sær pláss í fjórðingsfinaluni í kappingini um løgmanssteypið.

Kappingin um Løgmanssteypið: NSÍ – TB við Løkin 14. mars.

 

Liðið hesaferð var nakað broytt í mun til seinast. Í verjuni – umframt Kristian í málinum – byrjaði Sjúrður inni á vinstra bakki, Pól Jóhannus og Jonhard í miðverjuni og Monrad høgru megin. Á miðjuni vóru Karl og Andras við Magnusi frammanfyri, Jann Martin høgrumegin og Andy vinstrumegin og hesaferð spældi Árni heilt frammi.

 

Í 5. minutti hevði Monrad innlegg, sum onki spurdist burturúr. Í 10. min. spælir Magnus Jann Martin ígjøgnum, men hann er rangstaddur. Í 10. min. leggur Monrad innfyri eftir hornaspark, men TB málverjin tekur sær av innlegginum. Í 11. min. vann Andy bóltin, spældi Árna á vonginum. Hann legði innfyri og við handaru stong avsluttaði Magnus beint framvið. Í 12. min. fær TB fríspark úti í horninum, sum okkara fáa beint út til horna. Í 20. min. hava tvøramenn skot omanfyri aftaná heldur passivt verjuspæl – aftaná at vit mistu bóltin á miðjuni. Í 23. min. er gott gjøgnumspæl sum endar við at Magnus spælir Jann Martin, sum tíverri var rangstaddur. Í 25. min. hava tvøramenn skot útifrá langt við síðuna av. Í 34. min. stórbjargar TB málverjin, aftaná innlegg frá Monrad til Árna, sum langaði til, men málverjin bjargaði við fótparadu. Í 40. min. er horna til TB, sum onki spurdist burturúr.

Í 42. min. bragdar hjá okkara. Tað var Sjúrður sum spældi inn um verjuna, har Árni rann frá verjuni og setti bóltin trygt í mótsatta síðunet og so var støðan 1 – 0.

Í 45. min. hevði Karl skot sum málverjin bjargaði væl. Hann trekti annars beint ígjøgnum – gjørdi sum hann spældi Andy í vinstru, men dróg ístaðin inneftir og avsluttaði. Í 47. er Árni í góðari støðu, men verjuleikari brúkti neyðbremsuna og fekk kort fyri tað. Magnus skeyt frísparkið omanfyri. Í 48. min. dregur Andy ígjøgnum, men verjan fær beint út til horna. Í 50. min. er Poul Johannus um at koma sær í torføra støðu í egnum brotsteigi, men alt spælir kortini væl av.  Í 51. min. vinna okkara bóltin og spæla gott álopsspæl. Karl spælir Monrad og so innlegg úr høgru, har Magnus skallar omanfyri. Í 58. min. fekk Magnus upplagdan kjans, tá TB-arnir leggja bóltin inn fyri egið mál, men skotið fór við síðuna av. Í 60. min. er Magnus aftur í góðari støðu, men verður taklaður í skotroyndini. Løtuna aftaná royna tvøramenn at trýsta, men mangla neyvleika. Í 68. min. verður Jens innskiftur í miðverjuna,  Jonhard fer samstundis fram í høgru síðu og Jann Martin flytir inn sum offensivur miðvallari. Í 70. min. kemur Einar inn á vinstra bakk, Andrass bleiv útskiftur, meðan Sjúrður fór fram á miðjuna.

Í 71. min. fáa vit mál og tað hendi aftaná at Karl hegnisliga spældi Jann Martin leysan og hann var tryggur og skoraði til 2 – 0.

Einar fekk ikki langa tíð á vøllinum í dag. Í 76. min. fekk hann gult kort og í 82. min. fekk hann seinna gula kortið og mátti av vøllinum og má tí sita uttanfyri til næsta dyst. Í 86. min. er Jonhard í góðari skotstøðu, men skýtur uppum, aftaná gott uppspæl frá Karl. Hóast í yvirtali, megnaðu TB-arnir ikki at gagnnýta fyrimunin og tað var í tráð við leikgongdina, at NSÍ spældi seg víðari í kappingini um Løgmanssteypið.

 

Næsti dystur, sum verður í Effodeildini, verður ímóti AB komandi fríggjakvøld á útivølli.

 

Saman standa vit sterk !

 

NSÍ – TB 2 – 0 (1 – 0)

42’ Árni Frederiksberg

71’ Jann Martin Mortensen

 

Liðið hesaferð:

Kristian, Monrad, Pól Johannus, Jonnhard, Sjúrður, Jann Martin, Karl, Andras (70’ Einar), Magnus (68’ Jens), Andy (75’ Andrias) og Árni.

Líknandi tíðindi