Nógvir ungir NSÍ-arar hava spælt sín fyrsta dyst á besta liðnum hjá NSÍ.

Higartil í ár so hava fleiri leikarar leikt sín fyrsta dyst fyri besta liðnum hjá NSÍ. Talan er um ungar leikarar, sum eru komnir upp í gjøgnum ungdómsrekkjurnar, og sum nú fáa møguleikan á besta liðnum hjá NSÍ.

Vit kunnu nevna hesar, sum í ár hava spælt sínar fyrstu minuttir á besta liðnum:

Áron Høj, 20 ára gamal, er komin inn í 2 dystir.

Beinir Nolsøe, 18 ára gamal, er komin inn í tveir dystir.

Marjus Nón, 17 ára gamal, er komin inn 1 dyst.

Meinhard F Janusarson, 19 ára gamal, er komin inn 1 dyst.

Bergur Johannesen, 22 ára gamal, spælt 1 dyst.

Jógvan Højgaard, 21 ára gamal, spælt 1 dyst.

Avtrat hesum kann nevnast at fleiri aðrir leikarar bert hava heilt fáar dystir í beininum á besta NSÍ liðnum:

Meinhard Geyti, 21 ára gamal, spælt 3 dystir (2 í ár, og ein í 2019).

Atli D Petersen, 21 ára gamal, var við í 2 dystir í fjør.

Sølvi Sigvardsen, 21 ára gamal, spælt 2 dystir í ár, og 2 dystir í fjør.

Dánial Danielsen, 19 ára gamal, spælt 3 dystir í fjør.

Síðani eru aðrir ungir leikarar, sum nú hava spælt eitt sindur á besta liðnum, teir eru Pætur Hentze 22 ár, Pætur Skipanes 21 ár, Jørgen Nielsen 18 ár, Hans Marius Davidsen 24 ár, Mórits Heini Mortensen 22 ár og Aron Knudsen 22 ár.

So talan er um nógvar ungar evnaríkar leikarar, sum felagið eigur. Vit eru stolt av at hesir ungu menn nú fáa møguleikan. Hesir ungu evnaríku menn, koma at mynda framtíðina í felagnum, saman við teimum royndu leikaranum, sum í løtuni eru skaddir, men nærkast at verða klárir aftur. Framtíðin er spennandi, og ynskja vit hesum ungu monnum bestur eydnu í ár, og vit stuðla teimum 100%.

Koyr á NSÍ  

Líknandi tíðindi