NM fyri U-17 dreingir byrjar mánadagin

Nógvur landsliðsfótbóltur verður kring landið í døgunum 6. til 11. august, tá Føroyar vera vertir fyri árligu NM-kappingini fyri U17-landslið við dreingjum.

Umframt Føroyar, ið eisini verður umboðað við U19-landsliðnum, fara Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og Ongland, sum gestaland, at kappast um at gerast Norðurlandameistari 2012 fyri U17-landslið.
Flestu av dystunum í kappingini verða spældir í Gundadali Havn, men eisini í Klaksvík, í Gøtu, á Argjum, í Streymnesi og á Toftum verður landsliðsfótbóltur at síggja í aðru viku í august.
Bólkur A Føroyska U17-landsliðið er í bólki A saman við Onglandi, Noreg og Finnlandi. Fyrsti dystur í bólkinum verður spældur í Klaksvík mánadagin 6. august, klokkan 15:00, har Ongland og Føroyar møtast. Klokkan 18:00 sama dag spæla Noreg og Finnland í Sarpugerði í Norðragøtu.

Leikskráin, Bólkur A:

Dato Klokkan Leikstaður Dystur
06-08-2012 15:00 Djúpumýru, Klaksvík Ongland – Føroyar U17
06-08-2012 18:00 Sarpugerði, Norðragøtu Noreg – Finnland
07-08-2012 15:00 Gundadalur, Tórshavn Ongland – Finnland
07-08-2012 18:00 Gundadalur, Tórshavn Noreg – Føroyar U17
09-08-2012 14:00 Inni í Vika, Argir Føroyar U17 – Finnland
09-08-2012 14:00 Gundadalur, Tórshavn Ongland – Noreg

Bólkur B Í bólki B verða Danmark, Ísland, Svøríki og Føroyar U19. Fyrsti dystur verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali mánadagin 6. august, klokkan 15:00, har føroyska U19-landsliðið skal royna seg ímóti Danmark. Og klokkan 18:00 spæla Ísland og Svøríki, somuleiðis á Ovara Vølli í Gundadali.

Leikskráin, Bólkur B

Dato Klokkan Leikstaður Dystur
06-08-2012 15:00 Gundadalur, Tórshavn Danmark – Føroyar U19
06-08-2012 18:00 Gundadalur, Tórshavn Ísland – Svøríki
07-08-2012 15:00 við Margáir, Streymnes Svøríki – Danmark
07-08-2012 18:00 Tofta Leikvøllur, Toftir Føroyar U19 – Ísland
09-08-2012 18:00 Inni í Vika, Argir Svøríki – Føroyar U19
09-08-2012 18:00 Gundadalur, Tórshavn Danmark – Ísland

Finalan leygardagin Leygardagin 11. august er finalan á skránni, og sama dag verða plaseringsdystirnir eisini spældir. Dysturin um 7. og 8. plássið verður spældur á Ovara Vølli í Gundadali, klokkan 11:00, og samstundis verður spælt á Argjum, har dysturin um 5. og 6. plássið verður spældur.

Sjálv finalan og dysturin um 3. og 4. plássið verða spældir á Ovara Vølli í Gundadali. Klokkan 13:30 er bronsudysturin á skránni, og klokkan 16:00 verður NM-finalan 2012 spæld.
Ongland favorittur Síðani Norðurlanda Meistaraheitið fyri U17-landslið við dreingjum byrjaði, hevur Onglandi, sum gestaland, luttikið á hvørjum ári. Og tað eru eisini teir ensku dreingirnir ið eru favorittar at vinna kappingina.

Á seinasta strykislistanum hjá UEFA fyri U17- landslið, er Spania fremst, meðan Ongland er á 2. plássi. Ovasta norðurland er Noreg, sum er nummar 24, eitt pláss frammanfyri Svøríki. Finnland er nummar 27, Danmark nummar 28, meðan Ísland og Føroyar eru á ávikavist 39. og 46. plássi, av teimum 52 UEFA-limalondunum.

Fyri einum ári síðani gjørdist Ísland Norðurlandsmeistari fyri U17-landslið við dreingjum. Í finaluni vunnu íslendingar 1-0 ímóti Danmark.

Føroyski landsliðshópurin er hesin:

Navn/Name Føðingard./Birthday Felag/Club
Aron Clementsen 17-11-1996 B71 Sandur
Dan í Soylu 09-07-1996 B71 Sandur
Steintór Fagradal 15-02-1996 B71 Sandur
Meinhard Olsen 10-04-1997 NSÍ Runavík
Beteul Hansen 14-03-1997 NSÍ Runavík
Leivur Højgaard 03-01-1996 NSÍ Runavík
Hákun Edmundsson 21-03-1996 B68 Toftir
Jóhannus Hansen 25-02-1996 NSÍ Runavík
Benjamin Heinesen 26-03-1996 B36 Tórshavn
Dánjal Godtfred 07-03-1996 FC Suðuroy
Jákup F. Hansen 24-06-1996 HB Tórshavn
Levi Jøkladal 20-12-1997 ÍF Fuglafjørður
Jóannes Bjartalíð 10-07-1996 KÍ Klaksvík
Elias Rasmussen 13-05-1996 Víkingur Gøtu/Leirvík
John J. Frederiksen 10-01-1996 Brøndby IF (DK)
Jógvan Andrias á Lað Jacobsen 16-02-1996 FC København (DK)
Emil Rom Madsen 12-06-1996 FFI Frederikshavn (DK)
Absalon Eliasen 30-05-1997 Randers FC (DK)
Officials
Pól F. Joensen Coach
Áki Johansen Coach
Kaj Niclasen Goalkeeper Coach
Andras Thomasen Kit Manager

Sum tað sæst av yvirlitinum eru fýra leikarar úr NSÌ sum sostatt er tað felagið við flest U-17 landsliðsleikarum.  NSÌ leikarnir eru: Leivur Højgaard verjuleikari, Betuel Hansen miðvallari, Meinhard Olsen framherji og Jóhannes Hansen framherji.

Góða eydnu.

MYND. Standandi frá vinstru: Betuel Hansen, Jóhannes Hansen, Leivur Højgaard og Meinhard Olsen

Líknandi tíðindi