Mórits Heini Mortensen skriva undir nýggjan sáttmála

So hevur ein av okkara ungu evnaríku leikara skriva undir nýggjan 2 ára sáttmála við NSÌ. Mórits Heini hevur longu leikt onkran dyst fyri besta liðið hjá NSÌ, og rokna vit við, at hann í framtíðini fer at verða við at mynda besta liðið. Mórits Heini er 18 ára gamal, og leikti hann sín fyrsta dyst tá hann akkurát var vorðin 17 ára gamal, tá hann byrjaði inni ímóti B36 í Gundadali í apríl í 2016.

Tað er gleðiligt at ein av okkara egnu ynskjur at forseta í NSÌ, og ynskja vit Mórits Heina Mortensen tillukku við sáttmálanum, og alla bestu eydnu við NSÌ.

Líknandi tíðindi