Morgunvenjingin er byrjað

Aftur í ár er morgunvenjing fyri yngru leikarar felagsins á skránni.

Venjingin í ár er fyri dreingir 14 og 16 og vant verður mána og mikumorgun frá 06.15-07.30.

Vant verður í NSÌ hølunum og úti á vøllinum um veðurlíkindini eru til tað.

Undirtøkan hevur verið góð og hava millum 20 og 25 leikarar verið við í morgunvenjingini.

Mathias Davidsen stendur á odda fyri morgunvenjingini. Liðvenjarnir í dreingjum U-14 og U-16 hjálpa til.

Myndina hevur Trygvi Mortensen tikið mikumorguni 2 mai.

Líknandi tíðindi