Monrad, Pætur og Andras halda fram í NSÍ

NSÍ fegnast um, at tríggir leikarar aftrat hava longt sáttmálarnar við felagið.

Í gjár skrivaðu høgri bakkurin, Monrad Holm Jacobsen, og málmaðurin, Pætur Høj, undir sáttmála fyri kappingarárini 2013 og 2014. Sentrali miðvallarleikarin Andras Frederiksberg skrivaði somuleiðis undir sáttmála fyri kappingarárið 2013.

Fyrr hava Klæmint A. Olsen, Árni Frederiksberg og Jann Martin Mortensen skrivað undir sáttmálar til og við kappingarárinum 2014.

Nevndin fegnast um, at hesir evnaríku ungu spælararnir velja at halda fram í felagnum og ynskja teimum alt tað besta.

Líknandi tíðindi