Monrad og Viggo útleigaðir

Tveir av evnaríku ungu spælarunum hjá NSÍ, Monrad Holm Jacobsen og Viggo Hansen, eru útleigaðir, tað sum eftir er av kappingarárinum.

Teir eru báðir álitisspælarar á 1. deildarliðinum hjá NSÍ. Monrad hevur spælt allar dystirnar í ár á tamb, og Viggo hevur spælt allar uttan ein, tá hann sat uttanfyri við karantenu.

Monrad fer at royna seg í KÍ, meðan Viggo fer út til B68. Hóast saknur verður í teimum, fegnast vit um, at teir fara at fáa sær royndir aðrastaðni frá eisini.

Vit í NSÍ ynskja teimum góða eydnu, og gleða okkum at síggja teir aftur í felagnum seinni.

Líknandi tíðindi