Menningarliðið flutt upp í 1 deild

Við einum 2-1 sigri á IF í dag í Fuglafirði, tryggjaði okkara menningarlið (2 deild menn) sær rætt at leika í næstbestu deildini komandi kappingarár.

Málini hjá NSI, skutu Debes Danielsen og Andrias Klein á Líknagøtu.

Hetta var 17 málið hjá Debes í 7 dystum og einum hálvleiki. Hetta gevur 2 mál pr dyst og tað er sjáldan at tað kemur fyri í hægru deildunum. Debes er toppskjútti í 2 deild í Føroyum.

Menningarliðið er fyri tað mesta mannað við ungum leikarum, har meðalaldurin liggur um 18-19 ár. Teir flestu spæla við okkara unglingaliði. Tó eru nakrir eldri rutineraðir leikarar sum eisini spæla við.

Seinasti dysturin hjá liðnum er komandi leygardag tá Skála og NSÍ møtast á Skála.

Áðrenn seinasta dystin liggur AB ovast við tveimum stigum frammanfyri NSÍ. Vinnur NSÍ og spælir AB javnt ella tapir so vinna okkara menn gull.

Hjartaliga tillukku við uppflytingini og góða eydnu í 1 deild komandi kappingarár.

Líknandi tíðindi