Meistaraligt! B36-NSÍ 1-5


Tað er trupult at skriva óheft um ein dyst í sigursrúsinum av einum 5-1 sigri. Og tað er eisini í fínasta ordan. Tað, sum stendur eftir í dag, er trivaligi sigurin og rómurin millum tey mongu viðhaldsfólkini í vakra summarveðrinum í Gundadali.

Venjarin valdi at nýta somu byrjunaruppstilling, sum hevur leitt okkum til sigurs hesi seinastu nógvu umførini. András, Jónhard, Jóhan, Jens, Einar, Heðin, Jústines, Jann Ingi, Jann Martin, Klæmint og Christian Høgni byrjaðu inni.

Dysturin byrjaði lívliga við málmøguleikum báðar vegir. Fyrsta korterið hevði B36 eini 4 hornaspørk. NSÍ kom eisini fram til fleiri møguleikar. Tað sást týðiliga, at bæði liðini so brennandi ynsktu sær øll stigini.

Hjá okkum vóru Jann Martin, Klæmint og Christian Høgni sjónligir hesa løtuna. Tað var tó B36, sum var nær við at leggja seg á odda, tá teir raktu tvørtræið í 26. min. NSÍ kontraið, tó uttan úrslit. Men seinni skuldu kontraálopini vísa seg at geva úrslit í ríkt mát.

Í 30. min. átti Klæmint tørn at raka tvørtræið. Justines spældi ein góðan bólt út til Heðin í vinstru síðu, ið legði innfyri til Klæmint. Og í 32. min. hevði Jann Ingi eitt gott skot útifrá.

Tað sást, at B36 verjan varnaðist Christian Høgna, sum setti ferð á, hvørja ferð hann fekk bóltin. Í 42. min. fekk Dimitrij Jankovic gult kort fyri at fella Christian Høgna uttanfyri brotsteigin.

András hevði eina stórbjarging eftir skot úr vinstru síðu í 45. min. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, eftir at bæði liðini høvdu víst gott spæl og rakt bóltin á tvørtræið. Ein sat við kensluni, at her mátti mál spyrjast burturúr.

Pauli átti fyrsta leikin. Erland varð settur inn fyri tann vandamikla Klæmint. Onkursvegna opnaði spælið seg meira, nú bæði liðini vildu kanna sær sigurin.

B36 kontraið í 46. min., men bólturin fór uppum.

Erland stríddi seg til eitt fríspark í 49. min. Heðin spældi Jústines við handaru stong, men hann fekk júst ikki fótin á bóltin.

B36 tóktist at býta meiri frá sær og hevði vandamikið horna í 51. min. Men NSÍ svaraði aftur og hevði góð álop í 54. og 58. min.

Í 65. min kom hol á. Erland og Heðin vóru við í uppspælinum, har Jústines spældi Jann Martin fríðan mitt fyri málinum. Meinhard hálvbjargaði skotinum frá Jann Martin, ið síðani fylgdi upp og høvdaði bóltin í mál. 1-0 til NSÍ.

B36 svaraði tó beinavegin aftur við Høgna Eysturoy í 67. min.

NSÍ gavst tó ikki so. Christian Høgni var vandamikil hvørja ferð, hann hevði bóltin. Í 69. min. kom hann væl ígjøgnum í høgru síðu, men uttan úrslit.

Debes kom inn fyri Jann Martin í 74. min., og longu í 75. min. skoraði Debes. NSÍ kontraði við Christian Høgna, ið setti ferð á í høgru síðu. Hann spældi bóltin innfyri til Jann Inga, ið róliga bíðaði eftir onkrum at spæla til. Hann spældi út til Debes í skjeyt flætt í málið. 2-1 til NSÍ.

B36 royndi at fara meiri fram á vøllin, og gav hetta NSÍ góðar møguleikar at kontra. Í 77. min. kom B36 verjan aftur í neyð av eini atsókn hjá Christian Høgna. Dimitrij feldi Christian Høgna – tað sá út sum ein neyðbremsa, men dómarin valdi at geva Dimitrij sítt seinna gula kort, og varð hann tí rikin av vøllinum.

B36 var nú í trongum skóm. Samstundis sum teir noyddust fram á vøllin fyri at skora, manglaði aftasti verjuskansin. Og hetta gjørdi NSÍ sær dælt av. Christian Høgni var um at skora við einum lobbi uppum í 82. min. Heðin var um at skora í 84. min. eftir kontraálop, sum Einar setti í gongd í vinstru síðu. Og í 85. min. varð sama uppskrift nýtt, Einar til Christian Høgna, og Debes sjeyt beint uppum.

Í sama minutti fingu vit so aftur mál. Heðin kontraið allan vegin og spældi tvørturum til Debes, ið skoraði sítt næsta mál. 3-1.

Í 88. min streyk Heðin avstað aftur. Hesa ferð valdi hann at placera bóltin millum beinini á Meinhardi til 4-1.

Ólavur kom inn fyri Heðin, ið hevði runnið fyri seg, í 90. min. Og í yvirtíðini gav NSÍ-trýstið enn einaferð úrslit, tá Ólavur skoraði til 5-1.

Rómurin millum tey mongu NSÍ-viðhaldsfólkini í Gundadali vildi ongan enda taka.

Við hesum spælinum, er tað trupult at skilja, at vit fyri 12 døgum síðani bert høvdu eitt stig. Fýra sigrar uppá 12 dagar er fantastiskt.

Samanumtikið kann sigast um dystin, at hann leingi sá út til at kunna fara báðar vegir. Men at NSÍ onkursvegna kraddaði sær ognarrættin til stigini. Tað var eisini gleðiligt at síggja fleiri ungar leikarar á vøllinum  – og ikki minni hugaligt er tað, at teir tóku av avbjóðingini og skoraðu, tá høvið varð.

Góða og ágrýtna álopsspælið heldur fram. Hetta eru av sonnum spennandi fótbóltstíðir í Runavík.

Næsti dystur er móti B71 24. mai við Løkin. Komið og stuðlið dreingjunum!

B36-NSÍ: 1-5 (0-0)
65. min. 0-1 Jan Martin Mortensen
67. min. 1-1 Høgni Eysturoy
75. min. 1-2 Debes Danielsen
85. min. 1-3 Debes Danielsen
88. min. 1-4 Heðin á Lakjuni
90. min. 1-5 Ólavur í Ólavsstovu

NSÍ: András, Jens, Johan, Einar, Jonhard, Jústines, Jann Ingi, Jann Martin (74 min. Debes), Heðin (90 min. Ólavur), Christian Høgni og Klæmint (46 min. Erland)

[nggallery id=23]

Líknandi tíðindi